Lýsing
Lýsing
Lýsing

Helst eitt fyribrigdi, sum er komið bráðliga

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  02.07.2014 - 21:15 Eldri tíðindi

Í samband við hendingina norðuri í Hvannasundi viðvíkjandi hummaraveiðuni og deyða fiskinum í rúsunum, hava vit tosað við Eilif Gaard, stjóra í Havstovuni, Gunnvør á Norði, Frá Fiskaaling og Jan Sørensen, leiðara á Biofar.

Jan Sørensen, sigur, at tað at fiskur, krabbagoggur og hummari eru komin í rúsurnar hjá Andreas Sørensen í Hvannasundi, ber boð um, at hetta fyribrigdið við deyða fiskinum og manglandi oxygeni við botnin og i móðruni, er íkomið bráðliga. Um so var, at hesi viðurskiftini høvdu verið leingi, so hevði ongin fiskur verið í rúsunum, tí hann hevði sjálvsagt verið deyður áðrenn.

Vit hava sæð hetta fyribrygdið í Funningsfirði áður, og tá hava veðurviðurskiftinið verið líknandi, sum tey hava verið norðanfyri nú.

Náttúran framleiðir nógva ferðir meira lívfrøðilig evni enn alingin ger. Tað at sjógvurin er tjúkkur og svartur norðanfyri, ber boð um, at sera nógvur gróður er inni á firðum og grunnum vatni kring oyggjarnar. Hesin gróður fellur á botn, og tá firðirnir lítið og onki útskifti hava orsakað av at ongin vindur er, og sjálvandi lítil og ongin streymur, so verður oxygen, ella iltmangul við botnin. Hetta átti at rætta seg so skjótt útskiftið gerst vanligt aftur. – Eg úttali meg bert generelt, tí vit samarbeiða regluliga við alararnar um botnkanningar undir ringunum, kring ringarnar og samanlíkna við øki í økinum, har ongin aling er, sigur Jan Sørensen og sigur samstundis at hann kann ikki úttala seg um kanningar hjá einstøku alarunum.

Gunnvør á Norði frá Fiskaaling, sigur nakað tað sama, hon førir fram, at tá veðrið er so gott og nógvur gróður er í sjónum, so fella nógv lívfrøðilig evni á botn, og tá samstundis lítið og onki av útskifting er í sjónum, tá er skjótt til at allur gróðurin frá váruppblómingini fellur á botn og rotið brúkar alla iltina á botninum.

Eisini Eilif Gard frá Havstovuni heldur, at orsøkin skal finnast í góða veðrinum og gróðrinum á firðunum. Um lítil og ongin útskifting er, og gróðurin fellur á botn, so endar tað við at svávulbrinta verður framleidd á botni, og tað er gift fyri øll fiskasløg.

---

Samanumtikið ber ikki til at geva alingini skuldina fyri fyribrigdið. Vit hava fingið staðfest, at økið hevur ligi ”brak” frá 23. Oktober í fjør og til fyri stuttum, fóðring hevur ongin verið í allan vetur ímeðan útskiftið hevur verið stórt.

Serfrøðingarnir vit hava tosað við eru á einum máli um, at størsta orsøkin hest skal finnast í at lítið útskifti av sjónum hevur verið nú í longri tíð og at ógvusligi gróðurin í sjónum er annar faktorur. At fiskurin er deyður í rúsunum, og ikki áðrenn hann er komin í rúsurnar, ber eisini boð um, at fyribrigdið er komið bráðliga.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið hesa vikuna
70 veðurfrøð­ingar hittast í Føroyum
Veiðiloyv­ini verða nú 10 ár
Talvkapping fyri børn á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­framsýningin 2026
Vinnukaffi fyri vinnuni í kommununi
ES-nevndarlimu­rin í hav- og fiski­vinnumá…
KÍ vann uppá góðan fyrra hálvleik
Sløkk nú skermin og kom á plenuna !!
Ikki gott í væntu fyri nýrasjúkl­ingar no…
Konsert við Siloakóri­num mikukvøldið 27.…
1.d vitjar umborð á Pison
Forkunnug vitjan í býráðs­húsinum
Upptakt: KÍ-AB
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda