Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroysk luttøka í British Rowing Indoor Championships

SKRIVAÐ: Róðrarsamband Føroya  |  05.12.2025 - 12:51 Ítrottur Tíðindi

13 føroyskir íkarar – umboðandi trý feløg og Róðrarsamband Føroya – hava tikið túrin til Birmingham at kappast um bretsku meistaraheitini í fleiri ymsum bólkum og teinum

 

Hesa vikuna ferðast íkarar úr øllum heiminum til Birmingham, har British Rowing Indoor Championships verður hildið. BRIC er ein av størstu altjóða inniróðursstevnunum á árinum, og ein kapping sum mong seta sær fyri at luttaka í. Tað er tí sera gleðiligt, at føroyskir íkarar aftur í ár eru at finna á startlistunum, og millum nøvn úr røðum av londum og róðrarfeløgum kring heimin.

13 føroyskir íkarar – umboðandi trý feløg og Róðrarsamband Føroya – hava tikið túrin til Birmingham at kappast um bretsku meistaraheitini í fleiri ymsum bólkum og teinum. Hópurin hevur tilsamans skrásett seg til heilar 80 kappingar. Har eru bæði sprint-teinar á 100, 250, 500 og 1.000 metrar, klassiski 2.000 metra teinurin, 1-, 4-, 5- og 6-minuttir rógving, umframt lið- og stafettkapping, sum er ein týðandi partur av BRIC-stevnuni.

Róðrarsamband Føroya gleðist um, at føroyskir innirógvarar seta kós móti so stórum altjóða kappingum sum BRIC. Ímillum føroysk róðrarfeløg hevur KÍF Kappróður gingið undan við at gera altjóða luttøku til ein natúrligan part av lokala menningararbeiðinum, og tað er sera jaligt at síggja, at onnur feløg nú gera tað sama. Hetta gevur íkarum dýrabara kappingarroyndir, styrkir altjóða førleikan og skapar eitt livandi róðrarumhvørvið í Føroyum – alt árið. Samstundis er tað ein týdningarmikil liður í at fyrireika seg til FM-kappróðurin og til nýggju vaksandi róðrargreinina coastal rowing.

Føroysku úrslitini í innirógving hava tey seinastu árini staðfest, at Føroyar eru millum fremstu tjóðir á hesum øki. Luttøkan á BRIC er tí bæði ein menningarmøguleiki og ein møguleiki at vísa føroyskan stríðsvilja og evnir á einum av heimsins størstu inniróðurspallum.

Róðrarsamband Føroya ynskir øllum íkarunum góða eydnu til kappingarnar leygar- og sunnudagin. Vit fara at gera eina roynd at fylgja við úrslitunum og dagføra tykkum á Facebook- og Instagram- vangunum hjá RSF.

Føroysku íkarnir, ið luttaka á BRIC 2025, eru:

Fyri RSF:
Vár G. Hansen
Sarita K. Hansen
Jóhanna av Steinum

Fyri KÍF Kappróður:
Vár D. í Húsinum
Pætur J. Danielsen
Kristvør K. Clementsen
Nanna S. Jóannisdóttir
Poula Christiansen

Fyri Róðrarfelagið Tindur:
Pauli Joensen
Petra Johnsdóttir

Fyri Eiðis Róðrarfelag:
Sirið A. Mørkøre
Victoria Høghamar
Eyðbjørt Eidesgaard

Høvðus- og Stórstuðlar eru:
Kemilux
Burn
Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…