Lýsing
Lýsing

Stjórnmálafrøðingur: Politisku flokkarnir mugu styrkjast og valskipanin endurskoðast

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  10.12.2018 - 11:11 Eldri tíðindi Tíðindi

Úr savninum: Tað manglandi stevið innanflokka, sum løgtingslimir nevna, er eftir mínum tykki ikki bert eitt stríð millum einstakar persónar, sum vilja vinna seg fram í politisku skipani, men í størri mun úrslitið av eini politiskari skipan, har flokkarnir eru viknaðir alt ov nógv. Spurningurin er so, um hetta er ein støða beint nú, ella um trupulleikarnir liggja í sjálvum bygnaðinum í politisku skipanini skrivar Kristoffur Laksá, Stjórnmálafrøðingur, m.a. í samband við eina uppgávu á Fróðskaparsetrinum.

Úr nordlysid.fo SKRIVAÐ: 10.12.2014 - 20:31 

Tað manglandi stevið innanflokka, sum løgtingslimir nevna, er eftir mínum tykki ikki bert eitt stríð millum einstakar persónar, sum vilja vinna seg fram í politisku skipani, men í størri mun úrslitið av eini politiskari skipan, har flokkarnir eru viknaðir alt ov nógv. Spurningurin er so, um hetta er ein støða beint nú, ella um trupulleikarnir liggja í sjálvum bygnaðinum í politisku skipanini skrivar Kristoffur Laksá, Stjórnmálafrøðingur, m.a. í samband við eina uppgávu á Fróðskaparsetrinum.

Nú í mesta lagi eitt ár er til løgtingsval eru røddir frammi sum mæla til at valskipanin verður endurskoða og tað er eingin loyna at skipanin við einum valdømi hevur syndra politisku flokkarnar so at talan er í nógv størri mun um einstaklingar enn politiskar flokkar og hugsjónir. Longu í 2009 skrivaði stjórnmálafrøðingurin, Kristoffur Laksá ein áhuaverda staðfesting at nýggja skipanin við einum valdømi var alt ov illa gjøgnumhugsað og tí eigur at verða endurskoða skjótast gjørligt.

Her eru nøkur brot út uppgávuni sum stjórnmálafrøðingurin skrivaði í 2009 stutt eftir at fyrsta løgtingið hevði tikið við eftir at Føroyar vóru skipaðar sum eitt valdømi:

…. Ástøði sigur, at vælvirkandi politiskir flokkar er ein hin týdningarmesta fortreytin fyri eitt vælvirkandi demokrati. Um vit hyggja at, hvørjar uppgávur flokkar eiga at røkja, ….. so tykist tað at vera tungt hjá føroyskum flokkum at lyfta hesa uppgávu, partvís tí at teir hava eina ógvuliga avmarkaða fígging, og partvís tí teir standa veikir í politisku skipanini, bæði mótvegis veljarum og mótvegis teimum valdu løgtingslimunum. Sostatt skulu bæði ein fíggjarligur og ein bygnaðarligur trupulleiki loysast, um flokkarnir skulu reisast aftur.

.... Fíggjarligi trupulleikin eigur at loysast við hjálp frá landskassanum. Politisku flokkarnir eru so týdningarmiklir fyri eitt demokrati, at landskassin eigur at veita flokkunum møguleika fyri at seta skikkað fólk í starv, sum burturav arbeiðir vegna flokkin við at formulera politikk og stuðla løgtingslimunum í teirra politiska arbeiði. Sostatt kundi eitt grundleggjandi arbeiði verið gjørt innanflokka, sum var við til at leggja lunnar undir politikkin hjá flokkinum, og sum, aftaná tað var gjøgnumarbeitt og samtykt, var floksins støða í tí einstaka málinum. Tá flokkurin soleiðis kundi latið teimum einstøku tinglimunum eina tænastu, sum var nakað verd, so hevði tann einstaki tinglimurin eisini nakað at missa, um hann gekk ímóti sínum egnu.

Politiska skipanin nýtir í dag umleið 1,5 mill.kr. uppá flokkarnar um árið (Føroya Løgting 22/2009). Henda upphædd átti at verið fleirfaldað, soleiðis at teir størru flokkarnir kundu sett einar tveir akademikarar í starv í part, og teir smærru flokkarnir kanska ein í part.

Ein munandi størri arbeiðsorka hjá flokkunum hevði eisini merkt, at tað hevði verið møguligt at arbeitt miðvíst við rekruttering av møguligum valevnum, og eisini nýtt arbeiðsorku uppá at undirvíst teimum í politiskt viðkomandi evnum, og í hvat tann einstaki flokkurin stóð fyri. Tað hevði eisini gjørt tingmanningina meir homogena, og hon hevði kunnað arbeitt meir ideologiskt móti felags málum……

…..Broytingarnar í valskipanini til eitt valdømi tykist at hava økt um trupulleikan við fragmentaraðum flokkum og hartil hoyrandi politikki. Tað merkir ikki, at eitt valdømi í sær sjálvum er skeivt, men tað merkir, at broytingin er farin fram, uttan at heildin í valskipanini er viðgjørd, og tað er tað sum skapar trupulleikan.

…..Í sambandi við hesa uppgávuna havi eg tosað við løgtingslimir úr øllum flokkum. Eg havi spurt teir, hvussu teir hava upplivað politiska arbeiði á løgtingi hesi seinastu árini. Niðurstøðan er sera greið. Allir vísa teir á, at flokkarnir eru merktir av sjálvdrátti og individualismu, og tað tykist torført at gera politiskar semjur, tí tað er næstan altíð onkur, sum vil markera seg og taka frástøðu frá teimum semjum, sum gjørdar verða. Løgtingslimirnir eru eisini samdir um, at henda gongd hevur vundið uppá seinni árini, og at støðan ongantíð hevur verið so ring sum nú. Tað er ringt at fáa eyga á nakran homogenan flokk, og politiska landslagið minnir um eina kapping, har øll eru ímóti øllum…..

....Kanningar vísa, at skipanir við opnum lista gera, at samanhaldið í tingmanningi hjá flokkinum gerst verri. …Harafturat skulu vit minnast til, at hesar kanningar snúgva seg um valskipanir við fleiri valdømum. Tað, sum hendi við broytingini til eitt valdømi, var, at kappingin innanflokka sprongdi øll valdømismørk, og tí gjørdist tað ein kapping, har flokkurin kappaðist móti hinum flokkunum, men innanflokka var tað øll móti øllum. Umframt ta føroysku og grønlendsku, so eru tað tvær valskipanir í Europa, sum bert hava eitt valdømi. Tær eru í Hollandi og í Ísrael, og hesar hava báðar í praksis stongdar listar, tvs. flokkurin avger sjálvur raðfylgjuna á listanum.

Tað er tí neyðugt, at valskipanin verður endurskoðað, og hesaferð má tað gerst ordiligt. Ein serfrøðingabólkur eigur at verða settur, og hann eigur at viðgera øll aspektir í eini valskipan, og hvørja ávirkan tey hava á politisku skipanina.

Spurningar eiga at verða settir um, hvat politikkarar ynskja av eini valskipan. Vilja vit hava tætt samband við løgtingslimir og teirra veljarar, vilja vit hava eina skipan, sum styrkir javnstøðu millum kynini, og vilja vit hava sterkari flokkar. Hvussu nógv vald vilja vit geva veljaranum, og hvussu vilja vit viga tað uppímóti einari effektivari politiskari skipan. Tað eru ein rúgva av spurningum, sum eiga at verða svaraðir, og ikki fyrr enn teir eru svaraðir, er klárt at fara undir at sniðgeva eina nýggja valskipan…..

Í niðurstøðu síni sigur Kristoffur Laksá m.a.:

……… Víst verður á, at flokkarnir eru merktir av sjálvdrátti og individualismu. Hetta ger, at tað er ringt at gera varandi politiskar semjur, og hetta skaðar møguleikarnar fyri at arbeiða politiskt haldført. Víst verður á týdningin av vælvirkandi politiskum flokkum fyri demokratisku skipanina, og skotið verður upp, at landskassin stuðlar flokkunum, soleiðis at teir fáa sett skikkaði fólk í starv, sum kunnu arbeiða við at formulera politikk, rekruttera og útbúgva komandi politikkarar og annars stuðla tingmanningini í útinnanini av politiska arbeiðnum á løgtingi.

..... Víst verður eisini á, at valskipanin hevur stóra ávirkan á, hvussu flokkar virka. Tað er nógv, sum bendir á, at broytingin í valskipanini til eitt valdømi hevur gjørt flokkarnar enn meira fragmenteraðar, og politiska landslagið minnir um eina kapping har øll eru ímóti øllum. Havandi í huga tann týdning, valskipanir hava fyri menningina av demokratiinum, verður skotið upp, at serfrøðingabólkur verður settur at endurskoða valskipanina, og hann eigur at viðgera øll aspektir í eini valskipan, og hvørja ávirkan tey hava á politisku skipanina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…