Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vinnulívið í Klaksvík ongantíð fingið stuðul úr Landskassanum

SKRIVAÐ: í 2005 av Jógvan við Keldu  |  10.01.2018 - 15:05 Eldri tíðindi Tíðindi Vinna

Í 1960 unum hevði felagið Kjølbro 950 fólk í arbeiði úr øllum Føroyum og fekk ongan stuðul úr Landskassanum.

Ofta kemur fyri, tá talan er um alemnt og privat virksemi, at Klaksvíkin fekk landsalmenna hjálp bæði í seksti- og nítiárunum.
Hetta er beinleiðs reingjan av einum veruleika.
Í 1960unum syrgdi danski Tjóðbankin fyri einum láni til p/f J. F. Kjølbro, og í 1990unum var allur kapitalur bæði til virkir og skip útvegaður frá fólki í Klaksvík og Norðoyggjum.
Tað er eisini heilt burturvið at sammeta skipanina í Klaksvík við eitt nú Sandoyarætlanina í nítiárunum.
Jógvan Kjølbro, sum stovnsetti reiðara- og handilsvirki í 1913, hevur ikki bara havt týdning fyri Klaksvík, men fyri allar Føroyar. - Og ein avbera stóran týdning.
Í 1946 varð felagið, sum var størsta felag í landinum, umskipað til partafelag við einari millión krónum í partapeningi.
Í 1960 eigur felagið 31 skip og bátar, umframt handlar á landi, ymiskar tænastufyritøkur, Pescadero í Keypmannahavn og Skála Skipasmiðju og saltfiskahúsið á Skála.

Rannsóknarferð uttan stuðul
Við einum dømi kann nevnast, at felagið gjørdi - uttan stuðul frá landinum - eina rannsóknarferð til Eysturgrønlands við farmaskipinum Karini K saman við 11 útróðrarbátum. Av tí, at tað millum annað var hendinga nógvur ísur í Eysturgrønlandi tað ári, miseydnaðist ferðin.
Áhugavert kann eisini vera at nevna, at tá Klaksvík í 1937 fekk sína fyrst almennu havnabygging, við 600 túsund krónum frá tí almenna, var avgjørt frá kommununnar síðu, at felagið hjá Kjølbro, sum hevði bygt sínar egnu bryggjur bæði á Stongunum og á Kósini mátti felagið gjalda bæði vøru- og brúgvagjald við sínar egnu bryggjur, tá lossað varð úr egnum skipum inn á egin virkir, og frá egnum virkjum út til egin skip. - Skil hetta tann sum vil.

Broytingin
Í 1960árunum kemur felagið í likviditetsneyð og fekk útvegað eitt lán frá danska Tjóðbankanum uppá 4 mill. krónur, samstundis sum nevndin varð broytt, tá Danial Niclasen, Leif Waagstein og Johan K. Joensen komu í nevndina saman við Jógvan og Ewald Kjølbro.
Hetta var eingin stuðul, men eitt reint lán.
Tó skuldi vísa seg, at neyðugt var við tveimum milliónum afturat, og at farið varð undir at byggja Kósavirkið.

Kreppan var av á hesum sinni.
Havast skal í huga, at P/f J. F. Kjølbro hevði ikki færri enn 950 fólk í arbeiði yvir alt landið, har fólk úr øllum Føroyum sigldu við skipum teirra, og umframt hetta var stórt virksemi á Skála, har fleiri hundrað fólk fingu til dagligt breyð.
Havast skal í huga, at felagið hevði nógvar tíggjutals milliónir krónur í aktivum, sum við tíðini vórðu realiseraðar.

Menning á sjógvi og landi av nýggjum
Eisini fór felagið í 1970unum at endurnýggja sín skipaflota við stásiligu hekkutrolarunum, í áttatiárunum við nýbyggingum av virkjum á landi og feskfiskatrolarum.
Í 1971 hendir so tað, at tey lán, sum givin vórðu í 1960 unum, vórðu umskipað til eginpening.
Vit skulu alla tíðina hava í huga, at felagið hevði ein veldugan aktivmassa.
Landið lat ongantíð eitt oyra í partapeningi, men lánini sum danski Tjóðbankin hevði latið, vórðu umskipað til partapening og hetta gjørdist Føroyagrunnurin frá 1971.

Tá Føroyar fóru á húsagang
Koma vit síðani til kreppuna fyrst í nítiárunum, har bæði virkir og skip fóru av knóranum, og har so gott sum alt í Føroyum fór av knóranum já sjálvt Landskassin, er søgan ein heilt onnur, men ikki minni áhugaverd.
Klaksvíkar Kommuna tók tá fund við nevndina hjá Kjølbro, har samráðst var um  víðari "lívið" hjá felagnum, upplýsti stjóri og nevnd yvirfyri býráðnum, at har var tíverri eingin kapitalur og tí ongar ætlanir.
Eftir fundin, setti býráðið seg í samband við Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Hanverkara- og meistarafelagið, vinnulívsfólki, Norðoya Sparikassa, og vísti á, álvarsemið í viðurksiftunum í vinnuni í Klaksvík, sum sjálvandi fekk álvarsligar avleiðingar fyri kommunukassan.

Samanhald og samstarv yvir mørk
Feløgini við Niclas Johannesen, formanni í Arbeiðsmannafelagnum á odda Sparikassanum og vinnulívsfólkum fóru til verka uttanum kommununa, sum eisini var illa fyri fíggjarliga í hesum tíðarskeiði.
Stutt sagt, tóku fakfeløgini saman við vinnuni eitt ódnartak fyri at fáa hesi viðurskifti aftur í gongd.
- Tað gav effekt.
Nakrar dagar seinni høvdu skiparar , maskinmeistarar og aðrir sjómenn fund inni á býráðnum, har samráðst var um, hvussu skuldi farast fram.
Eisini á hesum øki vórðu tung og virðismikil tøk tikin, og allur flotin varð verandi í Klaksvík.
Eisini sjálv bedingin varð keypt av handverkarum og hevur koyrt síðani.
Hesi átøk hava havt ein óvurderiligan týdning fyri Klaksvík, sum nú so gott sum í 10 ár ikki hevur verið út í vinnuligum arbeiðsloysi.
Umframt hetta, fekk nevndin fyri Kjølbro tá avtalu við norskar bankar um teir tríggjar stóru trolararnir, sum roynt hava m.a. í Barentshavinum. - Felagið hevur síðani eisini keypt Kósavirkið.

Tað eigur sostatt at verða sligið fast, at Klaksvíkin ikki hevur fingið almennan stuðul úr Landskassanum!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…