Lýsing
Lýsing
Lýsing

Harmur um útsagnirnar í Norðlýsinum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  29.09.2015 - 17:34 Eldri tíðindi

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost er sera harmur um orðavalið og útsagnirnar hjá Elmar Simonsen á nordlysid.fo, har hann gevur Bakkafrost skuldina fyri at fiskiskapurin eftir hummara er so nógv minkaður.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost er sera harmur um orðavalið og útsagnirnar hjá Elmar Simonsen á nordlysid.fo, har hann gevur Bakkafrost skuldina fyri at fiskiskapurin eftir hummara er so nógv minkaður.

Regin Jacobsen, heldur at Norðlýsið átti at vanda sær um orðingarnar og harmast eisini um at Elmar Simonsen gevur Bakkafrost ábyrgdina fyri gongdina í hummara fiskiskapinum.

- Vit hava nógv starvsfólk í norðoyggjum sum eru nærløgd og ganga við fullum álvara inn fyri at vit í minst møguligan mun dálka umhvørvið. Men tað er nú einaferð soleiðis at skulu vit hava nakað virksemið so ávirkar tað náttúruna og eg fari sjálvandi ikki at vísa aftur at okkara virksemið dálkar. Vit vita at aling dálkar, men vit hava gjøgnum árini ment alingina soleiðis at hon í dag tekur umhvørvislig atlit í stórum álvara. M.a. hava vit har norðuri flutt alibrúkini longur út á firðirnar og í dag eru vit undir Leitinum, sum er eitt økið har stórt dýpið er og góð útskifting av sjógvi.

- Vit hava eisini lagt merki til at iltin í sjónum er minkað í summar, men at siga tað at Bakkafrost hevur ábyrgd av hesum er beinleiðis skeivt.

Í summar hevur verið liggjandi góðveður har tað hevur verið sera stilt í sjónum í longri tíð og harafturat hava vit staðfest at sera nógvur makrelur er í Hvannasundi og eisini eru onnur viðurskifti sum hava sína ávirkan.

Í 1925 var eitt dansk rannsóknarskip á ferð í Føroyum og gjørdi málingar og tá máldu teir iltina til einans 20% av normal virðinum á ávísum firðum og tá so lítil ilt er í sjónum eru umstøðurnar ikki hjá hummara at liva. Fyri at laksur skal trívast skal innihaldi av ilt verða í minstalagi 60 % av normal virðinum.

Hava fingið Bakkafrost tvøran

Tað tykir mær sum víkjandi hummara fiskiskapur hevur fingið menn at kasta hatur á alingina. Veruleikin er tann at tað eru so nógv viðurskifti, sum ávirkað iltina í sjónum og tí harmar tað meg at menn á hendan hátt leggja eftir okkum. vit halda okkum innan fyri tær ásetingar sum myndugleikarnir hava ásett og harafturat hava vit fólk sum dagliga arbeiða við at gera kanningar og hava eftirlit við umhvørvinum.

Nú sigur Elmar at hann hevur roynt eftir hummara seinastu 20 árini og har kann eg bara vísa á at vit hava síðan fyrst í 80 unum fingið loyvið frá myndugleikunum at havt virksemið í Hvannasundi. Men tað tykist sum at vit hava konfronterandi áhugamál.

- Eg haldið at nógv av tí sum stendur í samrøðuni var betur ósagt.

- Sum sagt kann eg bara staðfesta og endurtaka at Bakkafrost hevur ikki ábyrgd av at alt lív á botninum doyr og eg haldi at tað er sera óheppið at mann skrivar á hendan hátt.

Fyri tað um skarn frá fiski og annað verður latið út í sjógvin, so merkir tað ikki at hetta verður liggjandi. Vit hava nevniliga lagt okkum eftir at verða har sum sjógvurin verður útskiftur. Alingini norðanfyri byrgingina í Hvannasundi liggur langt úti á sundinum, og skulu vit flyta okkum longur út, byrja vit at koma inn á økið har avbjóðingin frá veðrinum gerast sera stórar, sigur stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…