Støðan við Tunlunum Norður um Fjall er ótolandi
Støðan við Tunlunum Norður um Fjall er ótolandi fyri íbúgvarnar norðanfyri tunlarnar. Hesa vikuna hava treylarar tálmað ferðsluni.
Støðan við Tunlunum Norður um Fjall er ótolandi fyri íbúgvarnar norðanfyri tunlarnar. Hesa vikuna hava treylarar tálmað ferðsluni.
Tað er eingin ivi um, at Tunlarnir Norður um Fjall ikki eru nútíðarhóskandi. Í roynd og veru verða teir sprongdir av tí nógvu ferðsluni, serliga fyri tíðina. Tað er skiljandi at tað skal nógv í gjøgnum tunlarnar, tá ið so nógv er undir bygging norðanfyri.
Ein fyribils loysn má virka!
Bakkafrost byggir út norðuri á Viðareiði og til hetta krevst nógv tilfar. Í hesi vikuni eru farnir treylarar í gjøgnum við tungari last uppiá. Hetta hevur elvt til, at tunlarnir í heilum hava verið stongdir. Sum undirrritaði skilir, hevur hetta verið í samráð við løgregluna.
Undirritaði hevur saknað upplýsing hesum viðvíkjandi. Fólk eru vorðin ov sein til arbeiðis og skúla orsakað av hesum. Høvdu hesi vita av tungu ferðsluna hesa vikuna, høvdu hesi farið fyrr frá húsum.
Tað hevði ikki skaða við eini kunngerð í útvarpinum ella eini kunngerð á Norðlýsinum um nær koyrt verður í gjøgnum við tungu ferðsluni.
Sum nú er, eru Tunlarnir Norður um Fjall blivnir til eina fyribils loysn, og ein fyribils loysn má virka; eitt nú við upplýsing tá ið tung ferðsla skal í gjøgnum.