Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fongsulsrevsing fyri at hótta politikara

SKRIVAÐ: politi.fo  |  27.06.2025 - 10:32 Tíðindaskriv

Ein maður í fjøritunum varð í gjár dømdur 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hótta ein politikara í beinleiðis boðum á Messenger.

 

 

Boðini, sum maðurin nú er dømdur fyri, ljóðaðu soleiðis: “Slepp tær úr politikki, áðrenn tinghúsið verður stormað ella onkur brennur tað niður.”

Maðurin játtaði í Føroya Rætti, at hann hevði skrivað hetta til politikaran. Hann greiddi frá, at orsøkin var, at hann var sera misnøgdur við politikkin og almennu útsagnirnar hjá politikaranum. Maðurin tvíhelt tó um, at talan ikki var um eina hóttan. 

Føroya Rættur var samdur við ákæruvaldinum í, at talan var um brot á § 119, stk. 1, sum verjir alment sett starvsfólk. Maðurin varð dømdur 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri brotið. Maðurin hevur nú 14 dagar at taka støðu til, um málið skal kærast til Landsrættin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Heimsins størsti fóðurflaki á Funnings…
Team Klaksvík bjóðar til U21 hálvfinalu…
Sølutorg í Leirvík sunnudagin
Undirtøkan fyri Reyðakrossbúð­ina er sera…
Fongsulsrevsing fyri at hótta politikara
Systrar­nar á Lakjuni sameinast á Summarf…
Ósemja um eina semju
Laila & Malan á Summar Festivalin
U21: Føroyar í HM hálvfinaluni
Nú verður dagstovnur bygdur – vit vilja…
45 norð­urlendskir biskupar á vitjan í Kl…
KÍ stendur spyrjandi
Julian rann 5 km við tíðini 14:52
Visit Faroe Islands punktum fo
- Tit súkkla fyri teimum, sum framvegis…
Ókeypis Voxbotn Nósaland verður ársins s…
Starvs­fólka­bygningu­rin á Klaksvíkar Sjúk…
Yvirskotið til Bláu Bylgju
Rynkurnar farnar úr Klaksvík
Snallabjalla inn í KÍ høllina