Lýsing
Lýsing
Lýsing

Visit Faroe Islands punktum fo

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.06.2025 - 15:00 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Visit Faroe Islands hevur ment eina nýggja føroyska heimasíðu, sum er ætlað øllum teimum, ið vilja leita sær íblástur til at ferðast í egnum landi.

 

 

Vøksturin í ferðavinnuni hevur havt við sær, at ein ørgrynna av nýggjum tilboðum, túrum og upplivingum eru ment kring alt landið. Talan er um fiskitúrar, síging, gongutúrar, heimablídni, kajakk-túrar, garðsvitjanir, matstovur, gistingarmøguleikar og mangt annað.

Allir hesir møguleikar eru savnaðir á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands, men higartil hevur størsti parturin av kunningini verið á enskum og vent sær móti útlendskum ferðafólkum, sum ikki kenna landið.

Nú hevur Visit Faroe Islands ment eina tilsvarandi síðu til føroyingar; ein síða sum gevur yvirlit yvir allar møguleikarnar og íblástur til at ferðast og uppliva Føroyar á øðrvísi hátt. Eisini er whatson-pallurin og harvið øll tiltøkini kring landið ein partur av síðuni, umframt at síðan inniheldur kunning um ferðavinnuna, íverksetan, amboðskassar v.m.

“Innlendis ferðavinnan hevur stóran týdning og tað eru føroyingar, ið gera tað møguligt hjá nógvum ferðavinnufyritøkunum at virka. Føroyingar brúka stóran part av tilboðum alt árið og eru týdningarmestu ambassadørar okkara. Tað hevur týdning at røkja hendan avgerandi málbólkin og varpa ljós á allar møguleikarnar sum eru kring landið, á føroyskum og á ein hátt sum er skræddaraseymaður okkum”, sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands.

Visit Faroe Islands hevur í nógv ár víst á møguleikarnar fyri at ferðast í egnum landi á sosialu miðlunum og við lýsingum á tíðindapallum. Tað arbeiði heldur áfram og møguleikarnir eru vorðnir munandi betri til tess við nýggju heimasíðuni.

Hevur tú ætlanir um at ferðast í egnum landi í summar? Far so inn á www.visitfaroeislands.fo og leita tær íblástur til nettupp tína ferð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum