Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Vandamikið evnið er neyvan skaðiligt fyri umhvørvi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  09.11.2015 - 14:13 Eldri tíðindi

Eingi lógarmørk eru fyri hvussu stórar nøgdir av vandamiklum evnum alarar kunnu brúka í samband við avlúsing , men Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í fleiri ár kanna heilivágsleivdir í laksinum og higartil hava hesar kanningar víst, at alt er í lagi.

Eingi lógarmørk eru fyri hvussu stórar nøgdir av vandamiklum evnum alarar kunnu brúka í samband við avlúsing , men Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í fleiri ár kanna heilivágsleivdir í laksinum og higartil hava hesar kanningar víst, at alt er í lagi.

Norðlýsið spurdi Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um mark er fyri hvussu stórar nøgdir og nógv evniralarar kunnu brúka í samband við avlúsing.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan svarar:

Viðvíkjandi marki fyri hvussu nógvur lúsaheilivágur kann brúkast, so er tað rætt, at landsdjóralæknin ella Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki setur ávíst mark á nøgdina, sum verður brúkt. Tó eru avmarkingar. Tað er soleiðis, at einans skrásett lúsaevni kunnu nýtast. Lúsaevni kunnu einans fáast við resept, sum løggildur djóralækni / fiskaheilsulívfrøðingur útskrivar. Tann, sum útskrivar reseptina, skal taka atlit til heilsu og vælferð hjá laksinum, hvørt lýsnar eru mótstøðuførar móti ávísa evninum og til afturhaldstíðir, soleiðis at trygd er fyri, at heilivágsleivdir ikki eru í laksinum, sum verður etin.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur kanningar fyri heilivágsleivdir í laksinum í fleiri ár og higartil hava hesar kanningar víst, at alt er í lagi.

Viðvíkjandi góðkenningum av lúsaevnum og øðrum heilivági, so er tað rætt sum tit skriva, at hesi verða góðkend í Skrásetingarráðnum. Skrásetingarráðið hevur ikki fígging til at seta egnar kanningar í verk. Grundarlagið undir einari skráseting eru hvørt tey eru loyvd í ES og harafturat metingar, gjørdar í øðrum londum, t.d. Statens Legemiddelverk i Noregi. Slíkar metingar byggja á matvørutrygd og umhvørvisárin. Serkøn á økinum í Føroyum kunnu eisini venda sær til Skrásetingarráðið, eitt nú djóralæknar og fiskaheilsulívfrøðingar. Eisini luttók partur Skrásetingarráðnum (landsapotekarin og landsdjóralæknin) í kanning, sum Umhvørvisstovan gjørdi herfyri um diflubenzuron: http://us.fo/Default.aspx?ID=13805&M=News&PID=31403&NewsID=5639

Hóast tað er greitt, at diflubenzuron ávirkar hummarar, vita vit ikki, um nýtslan av diflubenzuron í alibrúkum í Føroyum er so stór, at hon ávirkar hummarar í Føroyum. Nevnda kanning hjá Umhvørvisstovuni, vísti ikki leivdir av diflubenzuron í hummarunum. Men helst skulu fleiri kanningar til, fyri betri at lýsa støðuna við hummarum.

Í Skrásetingarráðnum eru vit ikki vitandi um at hydrogenperoxid hevur stórvegis ávirkan á umhvørvið. Sum tað stendur í greinini, so er hydrogenperoxid vandamikið fyri tey, sum handfara evnið. Áðrenn hydrogenperoxid verður latið í sjógvin, er tað í so stórari styrki, at tað er skaðiligt at fáa á húð og í eygu. Tí er neyðugt við verndarútgerð til tey sum arbeiða við hesum. Tá hydrogenperoxid er komið í sjógvin, er tað munandi tynt og verður harafturat heilt skjótt niðurbrotið til vatn og súrevni (ilt). Tann skjóta niðurbrótingin til óskaðilig evni ger, at eingin afturhaldstíð er fyri viðgerð við hydrogenperoxid.


LES EISINI: Eingi lógarkravd mørk fyri evnafrøðiligum evnum í samband við avlýsing av laksi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…