Lýsing
Lýsing
Lýsing

Guttorm Sørensen: Rennibreyt í Klaksvík í 2019 er tað stóra málið

SKRIVAÐ: Nordlysid  |  11.12.2015 - 22:34 Eldri tíðindi

- Nú vit skriva 2015, eru rættiliga góð útlit fyri, at okkara ynski endiliga verður uppfylt. Økið til frælsan ítrótt er við í løgukarmunum hjá Klaksvíkar kommunu, og hevur býraðið ongantíð verið meira jaligt enn nú, sigur Guttorm Sørensen, ein av fremstu eldsálunum aftan fyri renning í Føroyum.

- Nú vit skriva 2015, eru rættiliga góð útlit fyri, at okkara ynskiendiliga verður uppfylt. Økið til frælsan ítrótt er við í løgukarmunum hjáKlaksvíkar kommunu, og hevur býraðið ongantíð verið meira jaligt enn nú, sigurGuttorm Sørensen, ein av fremstu eldsálunum aftan fyri renning í Føroyum.

 

 

Í hesum døgumeru júst 25 ár síðan, at ein av Føroya fremstu og kendastu rennarum, GuttormSørensen, byrjaði at taka renniítróttina seriøst og luttaka í kappingum.

 

Norðlýsiðhevur hitt mannin, ið má metast at vera eldsál nummar eitt og fremsta ímyndinav Ítróttafelagnum Treysti í Klaksvík, sum við sínum umleið 300 limum er eitttað virknasta felagið fyri rennarar í Føroyum.

 

4 mans á fundi tá ið

Treysti varð stovnað

ÍtróttafelagiðTreysti er við sínum umleið 300 limum í dag eitt stórt og virkið felag íNorðoyggjum. Kortini er hetta felag eitt sera gott dømi um, at frítíðar- ogítróttafeløg ikki verða borin uppi av stórum luttakaratali, tí tá ið GuttormSørensen og aðrir endurstovnaðu felagið í 1998 vóru bara 4 mans á fundi, ogharvið megnaðu teir akkurát at manna eina nevnd.

 

Guttormgreiðir frá, at Treysti bleiv fyrstu ferð stovnað í 1994, men kom ongantíðordiliga í gongd.

 

- Vit fluttuheim í byrjanini av 1997, og tá kom eg at luttaka í flestu rennikappingum her.Tá var Bragdið einasta felag í landinum.

 

-Eysturoyingar stovnaðu tíðliga í 1998 Roysnið, og vit her norðuri endurstovnaðuso Treysti 23. mars 1998, og tað kalla vit fyri okkara stovningardag. Í nevndinafyri Treysti komu tá Thorleif Eyðun Petersen, Rani Nolsøe, Bogi Joensen og eg.

 

- Vit byrjaðuat venja saman og vóru kanska millum 2-5 tá hvørja ferð.

 - Tað árið bleiv so byrjað við teimum sokallaðu Grand Prix-kappingunum fyri bæði børn og vaksin á summarstevnunum. Hetta var eitt gott átak, og vóru nógvir rennarar, ungir sum eldri, sum komu í gongd við renning á tann hátt.

Tann yngsti er 4 ár

og tann elsti 80 ár

Hvussu nógv ár eru yngsti og elsti, virkni limurin íTreysti?

 

- Eg veit ikkiheilt, hvussu ung tey yngstu eru, men eg haldi eini 4 ár, meðan tann elstivirkni limurin er Sámal Júst Ziska Dahl, sum er føddur í 1934, og sum rennurnakrar túrar hvørja viku, sjálvt um hann er farin upp um tey 80 árini, og taðhaldi eg er avbera flott av honum.

 

Øll stuðla øllum

Hvat er renning gott fyri?

 

- Renning ergott fyri so sera nógv. Øll hava brúk fyri rørslu og har er renningin sera lættatkomilig. Breiddin í aldri spennir sera vítt, og tað sosiala umhvørvið er seragott.

 

- Altíð ergott lag á øllum bæði áðrenn, undir og eftir venjing ella kapping. Øll stuðlaøllum. Ongin er óður ella skeldar – tað síggi eg sum eina sera stóra styrki írenniumhvørvinum kring alt landið. Ein kemur altíð aftur í góðum lag, tá einhevur verið og runnið.

 

- Vit venjarættiliga nógv uttandura og fáa tá góða, reina og fríska luft. Ein kann eisinivenja, tá ið ein hevur hug ella, tá ið tað passar einum best.

 

Veitir Treysti ráðgeving og hjálp til fólk, um tey havahug at koma uppí?

 

- Vit vegleiðaog ráðgeva øllum teimum, sum spyrja, og royna eftir besta førimuni at hjálpa.Og hartil eru øll altíð vælkomin at seta seg í samband við felagið ella onkraní felagnum um hetta.

 

Rennibreyt í 2019

er tað stóra málið

Hevur tú og hevur Treysti nakað ynski?

 

- Bæði egsjálvur og øll í Treysti hava eitt brennandi ynski um at fáa øki til frælsanítrótt í Klaksvík.

 

- Vit erueinasta felag í Norðoyggjum, sum ongan heimavøll hevur. Vit hava nú í fleiri árí summarhálvuni koyrt út á Svangaskarð til venjing og hava eisini fyriskipaðfleiri kappingar har.

 

- Eg setti megí samband við kommununa longu í 2002, haldi eg tað var. Hetta var, tá ið byrjaðbleiv upp á Norðoyatunnilin. Tá var uppskotið, at tilfar frá tunlinum skuldibrúkast til økið eystan fyri Svimjihøllina. Sendi teimum eisini tilfar um,hvussu økið til frælsan ítrótt sær út, og hvat pláss krevst til tess.

 

Eru útlit til, at hetta ynski verður uppfylt? – hvussuskjótt?

 

- Nú vitskriva 2015, eru rættiliga góð útlit fyri, at okkara ynski endiliga verðuruppfylt. Økið til frælsan ítrótt er við í løgukarmunum hjá Klaksvíkar kommunu,og hevur býraðið ongantíð verið meira jaligt enn nú.

 

- Gongst sumætlað, so stendur økið klárt at taka í nýtslu í 2019, og tað síggja fram tilvið sera stórari gleði, sigur Guttorm Sørensen.

 

Les alla samrøðuna í blaðútgávuni hjá Norðlýsinum, sum varð borin í hvørthús í vikuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund