Lýsing
Lýsing
Lýsing

Til lukku, til lukku Jórun og David

SKRIVAÐ: Heðin Mortensen úr NY  |  25.09.2016 - 07:28 Eldri tíðindi

Leygardagur er í NY og eg havi frí frá fundarvirksemi, so dagurin skal nýtast til sightseeing. Ætlanin var at fara oman í Lower Manhattan at ganga á Brooklyn Bridge og vitja One World Trade Center.

Leygardagur er í NY og eg havi frí frá fundarvirksemi, so dagurin skal nýtast til sightseeing. Ætlanin var at fara oman í Lower Manhattan at ganga á Brooklyn Bridge og vitja One World Trade Center.

So vóru vit kunnað um, at Jórun Mørkøre og David Arge Galán vóru her yviri saman við teirra frálíka venjara, Jákup Jacobsen, og skuldu tey kappast í dag í kapping hjá World Natural Bodybuilding Federation í einum High School beint við Brooklyn Bridge. So vit gjørdu sjálvandi av at fara til hesa kapping - at síggja føroyingar kappast á høgum støði innan hesa ítróttagrein, tað vildu vit uppliva.

Kappingin skuldi byrja kl. 11, so vit tóku taxa oman, túrurin tók einar 20 min., og vit vóru har í góðari tíð. Eg fekk fatur í Jákup beinanvegin, og hann var fryntligur og sera ovfarin av at síggja okkum har.

Løtu seinni byrjaði kappingin, sum var ein undankapping, til ta endaligu, sum skuldi vera kl. 17. David var ein av teimum fyrstu 9 luttakarunum, sum skuldu á pallin - allir flottir menn - men vit dugdu skjótt at meta um, at David var tann flottasti. Hann kláraði seg einastandandi væl og fekk eisini nógvan lógvabrest úr salinum, og vit gjørdu sjálvandi eisini okkara besta at heppa.

Aftaná teimum komu 6 kvinnur inn á pallin, harímillum ein lítil og fitt dama, okkara Jórun, sum kláraði seg sera væl á øllum økjum. Hon fekk eisini nógvan lógvabrest úr salinum, og vit gjørdu okkara besta aftur at heppa.

Tá tey bæði vóru liðug at kappast, kom Jákup eftir okkum og leiddi okkum afturum at heilsa upp á tey. Trygdarkrøv er sjálvandi til slíkar kappingar. Tey vóru glað at síggja okkum og høvdu eisini eina góða kenslu av, at framførslan hevði gingið væl hjá teimum. Tað kundu vit bara taka undir við, har var eingin ivi í okkara verð.

Endaliga kappingin skuldi vera kl. 17, so vit fingu stundir til at vitja støðini vit høvdu ætlað okkum.

Tað tók langa tíð, tað vóru 103 luttakarar íalt innan fleiri greinir, og Jórun var nr. 6 og David nr. 50, so klokkan gjørdist 19.30, áðrenn øll vóru liðug at framføra ein og ein. Salurin var fullur av fólki, sum ordiliga livdu við og heppaðu á sínar favorittar, og tað sama gjørdu vit.

Í hesum umfari skuldu dómararnir so gera sína niðurstøðu, hetta var ótrúliga spennandi, vit sótu í salinum og krympaðu tærnar, so spennandi var tað.

Men tá gekk skjótt at finna vinnararnar. Tað eru 5 tey bestu sum vera tikin burturúr í hvørjari grein, og nr. 5 verður fyrst róptur fram og so víðari, og tað fantastiska, sum hendi var, at í báðum førum gjørdust ávikavist David og Jórun nr. 1, altso gullvinnarar í sínum bólki.

Hjartaliga til lukku Jórun, David og Jákup og takk fyri ein góða uppliving, ja, tann besta hjá okkum á hesari ferðini. Tit eru ófør, og sjálvandi liggur nógv arbeiði og venjing aftanfyri, og eru uttan iva nógv fólk, sum eiga sín lut í góðu úrslitunum. Allarbestu eydnu víðari.

Heilsan

Heðin M úr NY.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ovurfegin formaður takkaði alt og øl…
Móttøka fyri Mjølnir í Varpinum kl. 23.3…
Toppdystur í Klaksvík sunnudagin
Video: Rigga til framsýning
1. Mai-hald á Reyða Torginum í Vestmanna
Lisa hjá Eliseus við fostursoni­num Jógva…
Dania O. Tausen spælir á Summar Festival…
FM í flogbólti: Avgerðin fellur í dag
Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finla…
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku