Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skapandi heyst

SKRIVAÐ: Danial Viðoy  |  27.09.2016 - 06:25 Eldri tíðindi

Í oktober gevur Norðurlandahúsið øllum ein einastandandi møguleika at skapa, menna, fínka og finna uppá, tá fokus verður sett á tvey klassisk hondverk: bordering og binding.

Tíðindaskriv - Norðurlandahúsið:

Í oktober gevur Norðurlandahúsið øllum ein einastandandi møguleika at skapa, menna, fínka og finna uppá, tá fokus verður sett á tvey klassisk hondverk: bordering og binding.

Tvey heil vikuskiftið eru halgað hondarbeiði og í boði eru tvær konsentreraðar vekstovur: fyrst eitt borderiskeið við donsku Bettina Andersen og síðan eitt bindiskeið við enskum Annu Maltz. Tveir listahandverkarar, sum báðir hava verið við til at menna og blása nýtt lív í síni fak.

Fyrra skeiðið, sum er 1. og 2. oktober kallast Føroyska broderingar. Luttakararnir skulu hava myndir av Føroyum við, sum Bettina so hjálpir teimum at umseta til flottar, villar ella stuttligar broderingar við ymsum hond- og maskinbroderingshættum. Luttakararnir kunnu bæði brodera myndir og brúkslutir so sum pútur, pungar og taskur. Báðar dagarnar verða nógvar broderingar og ymsir broderingshættir vístir fram sum íblástur. Øll, bæði nýbyrjarar og vand, kunnu luttaka.

Í hinum endanum av oktober, 29. og 30. verður so bindiskeið, sum fer at snúgva seg um teknikkin Marlisle, sum Anna sjálv hevur ment. Marlisle er ein óvanligur háttur at binda vøkur mynstur og at spæla við litum. Við Marlisle kanst tú binda mynstur á eina fleirlitta bakgrund uttan at nýta serligar teigar til mynstrið ella hava langar træðrir aftanfyri. Marlisle er stuttligt og lætt at skilja, men eisini sera spennandi fyri tey, sum duga gobelinbinding ella bara eru von at binda við litum. Skeiðið verður á enskum.

Tilmelding fer fram í Norðurlandahúsinum ella á nlh.fo

Lýsing
Seinastu tíðindini
Komandi løgmaður er bjartskygdur
VG: Ungur klaksvík­ingur tjenar kassan
Sami formansskapur heldur fram
Almennur føroyskur dansur annað páskakvø…
Høgni endurvann FM-heitið
Dupult­konsert við Guðrið Hansdóttir & SW…
Lena Anderssen syngur: “Mín psyka er ikk…
Garpar og Klaksvíkar Manskór í Messuni
Blokkurin verður fastfrystur
Remis í oddabraki
KÍ-hópurin telir nú 28 sáttmálar
Tað er eingin lækna­fak­lig forðing fyri d…
HB tapti í Gøtu - nú hava øll liðini mis…
HOYDALAR: Eyðun Nolsøe eisini at hoyra V…
Páska­framsýning
Norðlýsið tippar valdsbýtið í ABC
Altjóða Autismudagur 2026
Finaludystur á Giljanesi
Roðaleikir í Bylgjuni
Tær stúrdu, hóast tað ikki var neyðugt!