Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjómaður dregur Taks í rættin

SKRIVAÐ: Helgi Abrahamsen  |  28.10.2016 - 10:09 Eldri tíðindi

Málið er rættiliga prinsipielt fyri fleiri hundrað føroyingar, sum sigla undir norsku NIS- og NOR-skipanunum.

Málið er rættiliga prinsipielt fyri fleiri hundrað føroyingar, sum sigla undir norsku NIS- og NOR-skipanunum.

Eiga føroysk sjófólk sum sigla við norskum skipum og rinda til norsku Folketrygd, eisini at rinda til Heilsutrygd í Føroyum?

Sambært blaðnum ”Sjógvur og Fólk”, sum verður borið í hvørt hús í landinum í hesum døgum, skal rætturin nú taka støðu til tann spurningin.

Dánjal Jákup Meinertsson er maskinmeistari og siglir við einum skipi, sum er skrásett á Malta. Eitt skifti í 2013 og 2014 sigldi hann við norskum skipi undir NIS skipanini, og hesa tíðina rindaði hann til norska Folketrygd.

Sambært einum norðurlendskum sáttmála, sum Føroyar eru partur av, eru sjófólk úr øðrum Norðurlondum ið sigla undir norskum flaggi, fríðtikin fyri at rinda tilsvarandi gjald í heimlandinum. Men føroyingar sum sigla við norskum skipum verða kortini kravdir eftir gjaldi til Heilsutrygd í Føroyum.

Av prinsippiellum orsøkum kærdi Dánjal Jákup Meinertsson til Kærustovn Føroya, sum tann 4. november 2014 gav honum viðhald. Har var tó eitt fyrivarni. Av tí at Dánjal Jákup ikki hevði lýst síni starvsviðurskifti nóg væl, fekk Heilsutrygd boð um at viðgera málið av nýggjum. Men nú, tvey ár seinni, er málið framvegis ikki avgreitt, og tí er málið endað í rættinum.

”Sjógvur og Fólk” skrivar, at tá blaðið fyri summarfrítíðina spurdi Heilsutrygd um málið varð svarað í einum telduposti, at arbeitt varð við málinum, og at roknað varð við, at komið varð til eina endaliga niðurstøðu stutt eftir summarfrítíðina. Men enn er málið ikki avgreitt, og tí er tað endað í rættinum.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar á valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…
Semja millum arbeiðarafeløg­ini og arbeið…
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…