Lýsing
Lýsing

Topp 5 liðini missa rættin til 14. heimadystin

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  26.11.2016 - 17:36 Eldri tíðindi

Leisturin fyri hvør fær 14. heimadystin verður broyttur til komandi kappingarár.

Leisturin fyri 14. heimadystinum verðurbroyttur til komandi kappingarár.


Róin Schrøter, formaður íkappingarnevndini hjá FSF, sigur, at eftir ynski frá feløgunum eravgjørt at broyta skipanina við, hvør fær 14. heimadystin. Síðani27 umfør blivu innført í 2005 hava topp 5 liðini fingið ein eykaheimadyst í mun til hini fimm liðini.

- Feløgini hava verið sera ónøgdvið núverandi skipan. Og tey vóru samd um, at vit skulu gera eittlutakast um, hvør fær ein eyka heimadyst. Tað lutakastið verðurhelst í komandi viku, tá kappingin eisini verður løgd, sigur RóinSchrøter við Norðlýsið.


KÍ kann missa 60.000 krónur

Norðlýsið skilir, at KÍ er einastafelag, sum hevur verið harðliga ímóti hesi ætlanini. Orsøkiner, at KÍ stendur til at missa umleið 60.000 krónur, sum varmiðalinntøkan fyri ein heimadyst í 2016. Um liðið væl at merkjaikki verður millum tey fimm liðini, ið vinna lutakastið. RóinSchrøter váttar eisini, at KÍ var einasta liðið, sum ikki tókundir við ætlanini. Hann sigur tó, at tað enn ikki er avgjørt,hvussu inntøkurnar vera býttar av 14. heimadystinum. Verður einkibroytt, so fær liðið allar inntøkurnar, sum vinnur lutakastið,staðfestir hann.


Ávísan týdning

Tað er eingin ivi um, at tað hevurein ávísan týdning, hvør vinnur lutakastið við heimadystinum.Tí felags fyri øll liðini í Effodeildini, um vit takakappingarárið 2016 sum útgangsstøðið, er, at tey fáa meir stigí miðal pr. dyst á heimavølli. KÍ var liðið, sum stóð segbest á útivølli, har liðið fekk 28 stig í 13 dystum. Nú verðurso á fyrsta sinni ikki javnt býtt við heimadystum millumliðini í hvørki topp 5 ella botn 5. Heldur ynskja feløgini, at tað verður tilvildin við einum lutakasti, sum skal avgera, hvør skal hava eyka heimadystin. 

Stig í miðal á heimavølli Stig ímiðal á útivølli

Víkingur2,571,92

2,292,15

NSÍ2,43 1,62

B362,141,46

HB1,711,46

ÍF1,311,07

TB 1,540,50

Skála1,310,64

AB1,000,36

B680,380,14




Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin