Lýsing
Lýsing
Lýsing

Løgtingsins Umboðsmaður gevur skarvin yvir

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  10.07.2017 - 12:43 Eldri tíðindi

Tað er eitt ár, 8 mánaðir og 11 dagar síðan at undirritaði bað um alment innlit í heilivágsnýtsluna hjá føroysku alivinnuni. Eftir at Landsapotekarin noktaði innlit varð kært til Heilsu- og Innlendismálaráðið, sum staðfesti avgerðina. Løgtingsins Umboðsmaður heitti á Heisu- og Innlendismálið um at viðgera málið av nýggjum, men eftir at ráðið noktaði fyri hesum, hevur Løgtingsins Umboðsmaður givið skarvin yvir

Tað er eitt ár, 8 mánaðir og 11 dagar síðan at undirritaði bað um alment innlit í heilivágsnýtsluna hjá føroysku alivinnuni. Eftir at Landsapotekarin noktaði innlit varð kært til Heilsu- og Innlendismálaráðið, sum staðfesti avgerðina. Løgtingsins Umboðsmaður heitti á Heisu- og Innlendismálið um at viðgera málið av nýggjum, men eftir at ráðið noktaði fyri hesum, hevur Løgtingsins Umboðsmaður givið skarvin yvir

Tann 14. September 2016 gjørdi Løgtingsins Umboðsmaður sína niðurstøðu har hann heitti á Heilsu- og Innlendismálaráðið um at taka málið upp til nýggja viðgerð. LUM vísti á at ráðið átti at gera egnar sjálvstøðugar metingar av tí fíggjarliga kostnaði, sum eitt møguligt innlit í heilivágsnýtsluna møguliga kundi vera, um tað skuldi brúkast sum grundgeving til at nokta innlit.

Tann 10. mars 2017 svarar Heilsu- og Almannaráðið enn einaferð noktandi og tann 23. Mars kærdi undirritaði aftur til Løgtingsins Umboðsmann.

Í morgun kom so endaliga svarið frá Sólju í Ólavsstovu, Løgtingsins Umboðsmanni, dagsett 7. Juli 2017:

… Eg haldi framvegis, at Heilsu- og innlendismálaráðið hevur ikki á nøktandi hátt gjørt eina ítøkjuliga meting av vandanum fyri fíggjarligum missi, um innlit verður givið í heiluvágsnýtsluna hjá alubrúkunum.

Av tí at ráðið hevur boðað mær frá, at ráðið heldur fast í avgerðina at noktað innlit, dugi eg ikki at síggja, at tað tænir nøkrum endamáli enn einaferð at heita á ráðið at taka hetta mál upp til nýggja viðgerð. Eg geri tí ikki meira við málið……

----

Tað var tann 29. oktober 2015 at undirritaði fyri fyrstuferð bað almennu Føroyar um innlit í nýtsluna av kemiskum evnum hjá alibrúkunum kring landið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Íslendska forsetafrúan vitjaði…
Unga sildin kemur seg í Norð­urhøvum
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum