Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar Havn í menning og árin av hesum

SKRIVAÐ: Gunvá við Keldu, býráðslimur  |  21.08.2017 - 09:37 Eldri tíðindi

Nú útbygging av Norðhavnini óivað aftur verður raðfest høgt, sum uppskotið ið nýliga varð sent býráðnum leggur upp til, er umráðandi, at havnaøkið í kommununi verður betur skipað sum heild og eisini viðvíkjandi larmi og útláti. Greitt má vera, hvørjar treytir kommunan sjálv kann seta, og hvørjar treytir kommunan má ávirka landsmyndugleikarnar at arbeiða við og uppfylla

Nú útbygging av Norðhavnini óivað aftur verður raðfest høgt, sum uppskotið ið nýliga varð sent býráðnum leggur upp til, er umráðandi, at havnaøkið í kommununi verður betur skipað sum heild og eisini viðvíkjandi larmi og útláti. Greitt má vera, hvørjar treytir kommunan sjálv kann seta, og hvørjar treytir kommunan má ávirka landsmyndugleikarnar at arbeiða við og uppfylla

Tað er at fegnast um, at karmarnir ígjøgnum árini hava staðið í menning og at virksemið er økt. Umframt tað góða, ið fylgir við økta virkseminum, upplivað vit eisini vansar, ið kommunan má og eigur at taka sær av. Í takt við økingina av ferðsluni, er bæði larmur og útlát økt. Tað er uppgávan hjá kommununi at upplýsa borgararnar um, hvørjar ætlanir eru í sambandi við tálman av hesum vansum, ið til tíðir er ov nógv.

Í summar vórðu mátingar av larmi frá Norðhavnini gjørdar, sum vístu 65 decibel uttandura og 45 dB innandura í íbúðarøkinum í Ánunum. Umhvørvisstovan hevur upplýst, at hægst loyvda mát er 45 dB um dagin og 35 dB eftir kl. 17, fyri mát gjørd uttandura í íbúðarøki. Hesi tøl eru ov høg og mugu tí tálmast.

Fari við hesum at spyrja Havna- og Vinnunevndina:


1. Hvørji krøv verða sett skipunum í sambandi við larm?

2. Hvørji krøv verða sett skipunum í sambandi við útlát?

3. Hvør er inntøkan (kr.) av fremmandum skipum ígjøgnum eitt ár?

4. Hvørjar ætlanir hevur nevndin/býráðið í sambandi við tálman av larmi og útláti?


Vil heita á Havna- og Vinnunevndina um at viðgera hetta skjótast tilber og svara aftur. Sum kunnugt er hetta eitt mál, ið órógvar nógv og hevur stóran mistrivna við sær.

Umráðandi er, tá ið kommunan ger útbyggingar, at vera uppá forkant og ikki í seinna enda hava torført við at liva upp til krøvini, tá ið útbyggingin er framd og gerandisdagurin byrjaður.


Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing