Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vodafone útbyggir 4G netið í Suðuroy

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  02.11.2017 - 16:32 Eldri tíðindi

Vodafone hevur valt at gera stórar íløgur í at menna farnetið í Suðuroynni í ár fyri at bjóða suðuroyingum skjótari og betri internet. Seinastu vikurnar er farnetið uppstígað, so 4G samband nú fæst í Hvalba, Vági, Trongisvági og umborð á Smyrli

Vodafone hevur valt at gera stórar íløgur í at menna farnetið í Suðuroynni í ár fyri at bjóða suðuroyingum skjótari og betri internet. Seinastu vikurnar er farnetið uppstígað, so 4G samband nú fæst í Hvalba, Vági, Trongisvági og umborð á Smyrli

Sostatt hava allar bygdirnar í Suðuroy nú gott 3G ella 4G farnet, og komandi tíðina fáa enn fleiri bygdir í oynni 4G farnet.

- Stórur eftirspurningur hevur verið eftir góðum netsambandi umborð á Smyrli. Við nýggja 4G sambandinum umborð eru umstøðurnar at arbeiða og vera á netinum vorðnar munandi betri fyri ferðandi, sigur Erland Simonsen, tekniskur stjóri á Vodafone.

Tørvurin á einum góðum farneti er vaksandi, tí internetið fyllir alsamt meira í okkara gerandisdegi – bæði úti og heima.

Samstundis er 4G tøknin vorðin so góð, at í nógvum støðum er farnetið betri enn vanligt breiðband. Tí er Vodafone eisini farið at bjóða tráðleyst farnet til heimið ella summarhúsið. Farnet er ein stórur fyrimunur fyri fólk, ið ynskja at skjótt og fleksibult internetsamband uttan at vera staðbundin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Upptakt: NSÍ-KÍ
- Tað gongur ordiliga væl!
100 ára føðingardagur hjá Amandu
KÍ vitjar besta heimaliðið í ár
Paz letur upp kokkteylbarr
Ein trúgvur KÍ’ari er farin
Hans Arni og Marion – mikukvøldið í Bete…
Prógvhandanin hjá Tøknibreyt­ini verður ú…
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK