Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bakkafrost byggir í løtuni heimsins størstu smoltstøð norðuri á Strond

Hvaðani komu vit og hvagar fara vit

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.08.2018 - 17:22 Leiðarin Myndarøð Vinna

Vit hava í dag fyritøkur í heimsklassa, ið tola mótgang og sum deila milliardavirðini kring landið. Landið eigur at tola, at tær tjena pengar uttan at kollvelta vinnupolitikkin, við tí í hyggju at fáa hendur á yvirskotinum.

Fiskivinnan fór saman við Føroyum á heysin fyrst í 90’unum. Stóra upptakið vísti, at ein av størstu skurkunum vóru stuðulsskipaninar til fiskivinnuna. Danir settu føroyingum stólin fyri hurðina – allar stuðulsskipanir skuldu tveitast burtur, og kvoturnar skuldu vera frítt umsetiligar.

Vinnan fór síðani til verka. Tað, vit hava sæð seinastu 20 árini, er, at vinnan hevur gjørt tað, sum hon eigur at gera. Hon hevur effektiviserað, optimerað, rationalisserað – ella sagt við einum øðrum orði - spekulerað.

Alt ov nógv stál var inni, og reiðararíini hava samlað kvoturnar á færri skip, sum er einasti møguleiki fyri at yvirliva.

Í mun til demografiina eru flestu reiðaríini í Landnyrðingsføroyum. Vinnan hevur tó fingið eygað á møguleikar kring landið og gjørt íløgur har. Sólskinssøgan Varðin Pelagic, ið royndarkoyrdi nýggja stásiliga virkið fyri yvir hálvu milliardina í gjár, er gott dømi um, hvussu vinnan spreiðir ríkidømið út kring landið.

Samgongan heldur eftir øllum at døma ikki, at hetta er gongda leiðin. Nú skulu stuðulsskipanir aftur í fiskivinnupolitikkin. Vit hava sæð fyrstu útlutaninar av menningarkvotum, og vit hava sæð umboð fyri fyritøkunar og borgarstjórar í teimum kommunu, ið menningarkvotur er latnar, standa við hattinum í hondini og sagt, hvussu takksom tey eru fyri mettuna. Hetta er lítið virðiligt at hyggja uppá.

Og sum um menningarkvoturnar ikki eru nokk, so segði Høgni Hoydal fiskimálaráðharri í Degi og Viku, at fyritøkurnar, ið hava eginkvotur ikki skulu hava eins góðan møguleika at bjóða upp á fiskatilfeingi, sum onnur á uppboðssøluni.

 

Fiskimálaráðharrin sololøb?

Hetta gongur beint ímóti tí, sum báðir norðoyatinglimirnir Óluva Klettskarð og Jónleif Johannesen hava sagt, at stóru reiðaríini gott kunnu bjóða á jøvnum føti á uppboðssøluni. Harumframt tykist tað løgið, at Framsókn er við upp á hesa vinstrasnaringina í vinnulívspolitikkinum, tí flokkurin sigur seg vera ein liberalan flokk. Tað skuldi verið løgið um fiskimálaráðharrin fekk stuðul í samgonguni fyri hesum ætlanunum. 

 

Alivinnan sum fyridømi

Vit nýtast bert hyggja at alivinnuni, ið hevur ment seg úr ongum, tí hon hevur fingið frið at vaksa seg stóra. Tølini prógva, at alivinnan hevur vaksið seg munandi størri enn fiskivinnan. Samlaða ársúrslitið hjá alivinnuni varð í fjør 800 mió. kr., og sama talið fyri fiskivinnuna var 300 mió.

Eitt annað áhugavert tal er, hvussu nógv landið tekur úr hesum báðum vinnum. Í alivinnuni er talan um tøkugjald, og har tók landið 140 mió. kr. Í fiskivinnuni er talan um uppboðssølu og tilfeingisgjald, og har tók landið góðar 300 mió. kr.

Vit hava í dag fyritøkur í heimsklassa, ið tola mótgang og sum deila milliardavirðini kring landið. Landið eigur at tola, at tær tjena pengar uttan at kollvelta vinnupolitikkin, við tí í hyggju at fáa hendur á yvirskotinum.

Alt hetta kjakið kann kókast niður í ein einkultan spurning. Hvønn halda vit duga betur at reka vinnu - vinnan ella landið?

Svarið er prógvað seinastu 20 árini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…