Lýsing
Lýsing

Hví er ongin vilji til at gera nakað við átroðkandi bústaðarneyðina?

SKRIVAÐ: Sonja J. Jógvansdóttir  |  13.09.2018 - 14:15 Politikkur Tíðindaskriv

Tað sum harmar meg allarmest er, hvussu lætt landsstýriskvinnan hevur við at skoyta yvir tann risatrupulleika, tær heimleysu familjurnar hava. Hon er meira upptikin av at tosa um yvirskipaði viðurskiftið, sum ikki geva eini tí einastu familju tak yvir høvdið. Tú fært ongantíð eina fatan av, at tað rørir hana nakað serligt, at so nógv børn og familjur teirra eru uttan bústað ella búgva í kjallaraíbúðum, sum eru fullar í soppi, og tí eru heilsuskaðiligar.

Har er ongin vilji til at seta seg niður og finna alternativar loysnir til tann átrokandi trupulleikan. Vit kunnu ikki í bestu tíðum í Føroyum liva við heimleysum barnafamiljum. At heilsusystrar so tíðiligt og hart hava rópt varðskó átti at fingið bæði løgmann og landsstýriskvinnuna í Almannamálum at handla. Men tað gera tey ikki! Ístaðin átaka tey sær retorikkin hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, sum ikki heldur tað verða nakran trupulleika, at fólk eru heimsleys, so longi tølini í excel-arkinum síggja pen út.

Størsta forðingin fyri at fáa útvega akuttar bústaðir til hesar kroystu familjur er ein samanrenning av atgerðarloysi og excel-ark blindni. Hetta ger, at leiðslan í landinum ikki sær ta neyð, fólk eru í.

Eg kann slett ikki ímynda mær, hvussu sárt tað er hjá hesum familjum at verða so yvirsædd av politiska myndugleikanum.

 

Truplar arbjóðingar krevja politiskt dirvi

Eg veit væl, at tað ikki er lætt at loysa henda trupulleikan, men hvat skulu vit í politikki, um tað ikki eru júst slíkir trupulleikar, vit brúka tíð og orku at loysa? Tað tykist sum, at viljin ikki eingongd er til staðar at royna at gera nakað, og tað er átaluvert.

Tað vandamiklasta fyri folkaræði og okkum sum samfelag er, tá ið politikkur og politikarar eru so langt burtur frá livda lívinum hjá fólki, at onki rørir tey ella fær tey upp úr stólinum. Hetta er átrokandi bústaðarneyðin eitt dømi um.

 

Hví verður ikki innkallað til politiskan kreppufund um støðuna hjá teimum í bústaðarneyð?

Hví verður kalendarin ikki ruddaður hjá løgmanni og landsstýriskvinnuni, so tey kunnu halga seg arbeiðinum at finna eina loysn á tí mest akutta tørvinum?

Hví kemur onki signal frá politisku skipanini til hesar kroystu familjurnar um, at vit síggja tykkum, viðurkenna tykkara trupulu støðu og lova, at tað ikki verður helma í, fyrr enn vit finna loysnir?

Hvussu longi skulu hesar familjur bíða eftir, at Javnaðarflokkurin tekur sína egnu hugsjón í álvara, og fer at verða nakað fyri tey fólkini, sum hava mest brúk fyri, at teirra støða verður tikin í álvara.

Eg eri til dystin fús og vil leggja nógv fyri at finna eina loysn á akuttu íbúðarneyðini. Spurningurin er bara, um ovasta leiðsla landsins heldur hesar kroystu familjur verða týdningarmilkar nokk til - í øllum førum at royna - at finna eina loysn á mest akutta tørvinum á almennum leiguíbúðum.

Verður onki gjørt, so er tað snøkt sagt tí, at politiska skipanin ongan trupulleika hevur av, at familjur og børn eru heimleys ella liva í dýrum soppafongdum heilsuskaðiligum kjallaraíbúðum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur aðalfund
Næmingar lesa fyri næmingum
Myndarøð: Virkið Vár
Kropsmál
KÍ hevði trupulleikar móti undirmannaðum…
Myndarøð: KÍ - 07Vestur 2-0
Seðlarnir koma út kl. 16.00
Skriðjan heiman Gjónna endur­bøtast
Grindaboð
Kunningartiltak um MR-skannaran
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Óli er aftur partur av Betri-hópinum hjá…
Minst til hugnakvøldið í El-In
LÍV lækkar enn einaferð kostnaðin
Opið hús: Hvør útbúgving hóskar til tín?
Er bilurin klárur til summarið?
Virkið Vár: Stór undirtøka
Várdagar­nir í Nes kommunu enda við stóru…
Klaksvík og framtíðin