Lýsing
Lýsing
Lýsing

Mennir vaskimaskinu til aliringar

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver  |  14.09.2018 - 14:54 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Kjartan Hansen frá Mekanor hevur nú í eina tíð arbeitt við at menna eina vaskimaskinu til aliringar.

Í juni mánaða í ár var Norðlýsið við á fyrsta royndartúrinum, har roynt var at reinsa ein aliring á Pollinum í Klaksvík.

Tá var komið fram til, at ymsar broytingar skuldu gerast, ein broyting var, at neyðugt var at klippa longu tarabløðini áðrenn ringurin kundi reinsast við hátrýstspuling.

Í gjár var Norðlýsið aftur við á einum nýggjum royndartúri.

Vaskimaskinan er ein skrokklíknandi kassi við einum dieselmotori í, ið drívir stóru rullurnar, ið skulu draga maskinina fram undir aliringinum tá reinsað verður. Frammanfyri er nú monteraður ein saksur, ið fyrst skal klippa longu tarabløðini, síðani kemur ringurin undir viðgerð av sterku hátrýst strálunum, ið skulu loysa tað seinasta av ringinum.

Hetta riggaði sera væl til ein aliring, ið var samansettur av tveimum 315 mm slangum. Tó varð komið fram til, at onkur smábroyting skuldi gerast. Ein trupulleiki var at trykkpumpan, sum stóð á dekkinum á alibátinum ikki framleiddi nóg nógv trýst til dýsirnar á vaskimaskinuni.

Kjartan Hansen frá Mekanor sigur, at hann var væl nøgdur við hesa betaroyndina av vaskimaskinuni.

Eg havi fingið nógv burturúr, sum eg kann arbeiða víðari við. Handan prototypan kann væl brúkast at vaska hasar “smáu” ringarnar við. Hon er effektiv og tað gongur skjótt um trýstið er nøktandi. Men skulu vit upp í størri støddir av ringum, ja, so er eisini neyðugt við eini maskinu ið er nakað størri í vavi, tí størru ringarnir gerast ov tungir fyri handan skrokkin.

Men vit hava funnið fram til rætta prinsippi, og tá vit fara at kunna vaska ringar við slíkari maskinu, fer tað at spara alarunum fyri nógvar ótespiligar arbeiðistímar, og eisini fer at bera til at framskunda tað tíðina tá aliøkið skal liggja brack.

Tað er nevniliga so, at tá allur alifiskurin er tikin úr einum øki, og økið skal liggja stilt ávísa tíð eftir almennu forskriftunum, so byrjar hendan tíðin ikki fyrr enn allir aliringarnir í økinum eru góðkendir, sum reinir. Her kann vaskimaskinan gera mun, tí hon kann vaska skjótari enn arbeiðið kann gerast manuelt. Sparing verður sjálvsagt eisini um sleppast kann undan manuella ótespuliga arbeiðinum, og tað er tað, ið er málið við menningini av vaskimaskinuni til aliringar, sigur stjórin á Mekanor, Kjartan Hansen.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…