Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vestmanna og Sørvágur fóru avstað við 84,21 % av samlaða menningarkvotu tilfeinginum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  18.09.2018 - 09:46 Politikkur Vinna

Hóast lógin um sjófeingi og kunngerðin, landsstýrismaðurin lýsti, vóru púra greið um at menningarkvoturnar skuldu serliga brúkast í økjum við stórum arbeiðsloysi og vantandi fólkavøksturi, so valdi landstýrið at lata so at siga alt tilfeingið til Vestmanna og Sørvág.

Lóg um sjófeingi:
 
Stk. 2. Kvota, sambært stk. 1, kann latast til menningarætlanir, sum kunnu stuðla undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatal……
 
Skjal eitt í kunngerð frá Landstýrismanninum stendur hendan raðfylgjan hvussu bítast skal:
 
1.    a)  Avmarkaðari atgongd til sjófeingi,
2.    b)  stórum arbeiðsloysi, ella
3.    c)  støðugt minkandi fólkatali í tí økinum, har virksemi og verkætlan verða framd, í mun til onnur øki.
Síðani skulu umsóknirnar viðgerast og metast við grundarlagi í sjálvari menningarætlanini við treytum til verkætlan og virksemi. ………
 
Í skjal 2 sum fylgir við kunngerð hjá landsstýrismanninum stendur soleiðis:
 
Økisuppbýti
Landafrøðiliga verða høvuðsøkini, ið viðgerðin í metingarnevndini verður grundað á, hesi:
1.    1)  Suðuroy.
2.    2)  Sandoy.
3.    3)  Streymoy suður.
4.    4)  Streymoy norður.
5.    5)  Vágoy.
6.    6)  Eysturoy.
7.    7)  Norðoyggjar.
Um øki 2:
Bygdirnar í Sandoynni, Skúvoy og Stóra Dímun.
Um øki 3:
Nólsoy, Hestur, Koltur, Kirkjubøur, Velbastaður, Syðradalur, Norðradalur, Argir, Tórshavn, Hoyvík, Hvítanes, Sund, Kaldbaksbotnur, Kaldbak, Signabøur, Oyrareingir og Kollafjørður.
Um øki 4:
Øki í Streymoynni, ið ikki er fevnt av øki 3.
Um øki 5:
Bygdirnar í Vágoynni og Mykines.
Øki
Hóast viðgerðin hjá metingarnevndini skal byggja á nevndu høvuðsøki, so kann ein ætlan verða grundað á smærri øki, ið er partur av einum høvuðsøki. Eru treytirnar, sum settar eru til menningarkvotur loknar í minna økinum, sum partur av størra økinum, so kann ein kvota lutast til hetta økið serskilt.
Dømi um serstøk øki, innanhýsis í høvuðsøkinum, kunnu vera øki, ið landafrøðiliga eru avsíðis, hava vánaligt flutningssamband ella víkja frá høvðusøkinum viðvíkjandi atgongd til sjófeingi, broyting í fólkatali og arbeiðsloysi.
Ein menningarkvota kann latast til fleiri høvuðsøki ella øki……..
 
Metingarnevndin sigur eisini í tilráðing síni at økisatlitini hava viða mest og vísir til skjal 1 og skjal 2 ið fylgja við kunngerðini, sum landstýrismaðurin lýsti.
Men álíkavæl endar nevndin við einum tilmæli ha so at siga alt menningar-tilfeingi endar í økjum har lítið og einki arbeiðsloysi er og sum eisini hava fólkavøkstur.
 
Tey umleið 50.000 tonsini, sum eru bítt út fyri 2018, eru bítt soleiðis:
 
Øki                               Tilfeingi           Arb.ley. (ALS17/9/18)    (Fólkatal aug. ‘17-‘18)
 
Norðstreymur               34,07 %           0,08%   (8 pers.)            + 1,7 %
 
Vágar                           28,92 %           0,24%.  (8 pers.)            + 1,8 %
 
Suðuroy                       28,38 %           1,34%.  (62 pers.)           - 0,6 %
 
Sandoy                        4,62 %             0,39 %   (5 pers.)            - 0,8 %

 
Suðurstreymoy           0                      0,49 %(102 pers.)            + 2,1 %
 
Norðuroyggar             0                      0,27 %   (17 pers.)            + 1,6 %
 
Eysturoy                     0                      0,15 %.  (17 pers.)            + 2,2 %
 

Norðureysturoy/
Norðurstreym             3,21                  -                                        -
 
Suðuroy/norðoyggjar     0,8  (Ein verkætlan hjá  JFK í Suðuroy) -    -
 


Vestmenningar stóru vinnarnir av politisku telvingini
Tølini omanfyri eru bert fyri tað sum var útluta í 2018. Um vit taka alt sum var útluta á hesum sinnið, fer Vestmanna Fiskavirkið 42,9% av tilfeinginum og eitt felag undir stovnan í Sørvági fekk 41,2 % av tilfeinginum.
 
Samanlagt løgdu Fiskimálaráðið og metingarnevndin 84,1% av tilfeingum í Vestmanna og Sørvági har einki arbeiðsloysi og heldur eingin fólkafráflyting er.
 
Um vit siga at Jøkin, sum vestmenningar eisini eiga í, er heimahoyrandi í Suðuroy, so vóru 11,61 % av samlaða tilfeinginum útlutaði til Sandoynna og Suðuroynna. Tað eru hesi øki í landinum, sum hava fólkafráflyting og arbeiðsloysi.

 

Kelda til útrokningarnar trýst her
 
 
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku