Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ongin verkætlan seinka !

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálum.  |  06.10.2018 - 12:58 Politikkur Tíðindaskriv

Góði tit í Megd,í lesarabrævið í miðlunum tulka tit avsetingarnar í fíggjarlógini fyri 2019 soleiðis, at ov lítið av peningi er avsett til Sambýli á Mýruni og Bú- og umlættingarheimið til børn og ung við autismu, tit óttast fyri at peningur er settur av til aðrar verkætlanir,  sum kann gera, at bústaðir til fólk við avbjóðingum møguliga verða útsettir í fleiri ár. Síðan spyrja tit, hvat ið eg sum landsstýriskvinna í almannamálum hugsi at gera við hetta.

Hesar báðar verkætlaninar, Sambýli á Mýruni og Bú og umlættingarheimið til børn og ung við autismu, saman við Barnaheiminum hava allatíðina verið raðfestar høgt og tað eru tær framvegis. Arbeiðið við hesum trimum verkætlanum er í gongd, og tað ið er sett av í fíggjarlógini er tann peningur, ið Landvserk metir verða brúktir komandi ár til hesar verkætlannir.

Status viðvíkjandi bú- og umlættingarheiminum til børn og ung við autismu er, at verkætlanin er útboðin og samráðingar eru um sáttmála. Væntandi verður sáttmálin komin undir land í hesari vikuni.
Status viðvíkjandi Mýruni er, at ráðgevingin er boðin út, sí her : http://www.landsverk.fo/fo-fo/sambyli-a-myruni-i-hoyvik og tá ið arbeiðið við at innrættað Torfinnsgøtu er liugt, síðst í hesum árinum, verður farið undir at ríva Mýruna niður og gera klárt at byggja nýtt.

Tølini ið eru avsett eru metingar útfrá dagsins vitan, er tað so, at ein verkætlan gongur skjótari enn væntað, ber til at flyta pening millum verkætlaninar. Samlaða játtanin til bústovnar er 41 mió komandi ár, 46 mió í 2020 45 mió í 2021 og 50 mió  í 2022.

Samanumtikið, eru vit framvegis samd um at byggja og at byggja so skjótt sum til ber.  Eg vóni og vænti, at arbeiðið ferð at ganga skjótt og væl og mín lutur skal ikki liggja eftir at fáa hesar verkætlanir framdar, tí tað hevur sera stóran týdning fyri meg, sum landsstýriskvinna í almannamálum, at útvega nógvar góðar  nýmótans bústaðir, bygdir júst til tann tørv, ið hesir borgarar hava.  

 

Vinarliga Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna í almannamálum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…
FO Tatt Fest 2026 verður um eina viku!
Borgar­stjó­rin í Egersund fegnast
Støðug rakstrargongd og burðardygg átøk…
Vinnarar og taparar á valinum í Stóra Br…
Nýmótans fólka­tónleikur og amerikana
Sir David Attenborough fyllir 100 ár
Semja millum Føroya Arbeiðsgevara­felag o…
Semja millum arbeiðarafeløg­ini og arbeið…
Føroyar hava verið til hoyring í mannaræ…
Anna Lovisa, Bjarki og Sophilia á mentan…
Kavarar vandu í trýstkamari
Vit hava brúk fyri tær
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Feðgarnir Kalsø inni við 1.600 pundum
Miðflokku­rin – lands­fundur og almenn mót…
DJ Maria Fagranes á Summar Festival
Kafka í Filmsfelagnum