Lýsing
Lýsing
Lýsing
Høgni Hoydal er fiskimálaráðharri

Fiskivinnunýskipanin knúsar Føroyar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.10.2018 - 08:11 Leiðarin Politikkur Tíðindi Vinna

Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu, var bersøgin í tíðindunum á FM1 mikudagin. Hann kom við lemjandi atfinningum mótvegis fiskivinnunýskipanini, serliga tí at skipanin hevur gjørt umstøðurnar hjá fiskivinnuni so óstabilar og óvissar, at ongin vil gera íløgur í hana longur. Framsókn og Bjarni Hammer heita eisini á landsstýrismannin um at steðga á við nýskipanini og sleppa ætlanini um at fara yvir til kvotur heldur enn fiskidagar 1. januar 2019.

 

Mánadagin kom Hanus Hansen við einum aftursvari til Óluvu Klettskarð, ið m.a. sigur at hann væntar at gjalda 20% minni í hýrum í 2018 og at fiskivinnunýskipanin ger, at neyðugt varð at selja Sjúrðarberg úr flotanum fyrr í ár, tí grundarlag ikki var fyri tveimum skipum í Barentshavinum. Tað hava vit gamaní hoyrt fyrr, men so endar Hanus við einum sera órógvandi setningi: “Vit hava seinastu tríggjar mánaðirnar tvær ferðir søkt føroyskar bankar um fígging til smávegis umvælingar av gomlu skipum okkara, men bankarnir hava noktað, vísandi til at teir ikki hava álit á nýggju skipanini.”

Hetta er sera álvarsamt. Páll Gregersen vísti í áðurnevndu tíðindasending á, at føroyski skipaflotin ger alsamt eldri, og ongin ger nýíløgur í skip. Hetta samsvarar væl við tað, sum Hanus Hansen førir fram um, at bankarnir ikki vilja fíggja.

Teir nýggju aktørarnir, sum skuldu koma við uppboðssøluni, komu ongantíð. Vit fingu nakrar nýggjar aktørar við menningarkvotunum, men teir komu ikki inn í vinnuna við skipum. Tí máttu teir gera avtalur við verandi reiðarí um at fiska sína menningarkvotu fyri seg. So her kom heldur onki nýtt stál inn í flotan, tvørturímóti.

 

Ávarað bleiv, men fyri deyvum oyrum

Tað er ikki gjørligt fyri hvørki Fiskimálaráðið ella samgonguna at siga, at nakað av hesum er komið óvart á. Tað framgongur av hoyringarsvarunum frá 2017, at ávarað varð bæði um at færri aktørar fóru at bjóða seg fram, og at tað fór at vera minni áhugavert at fíggja fiskivinnuna (t.d. hoyringarsvarið frá Bank Nordik, dagf. 7. juni 2017, s. 4). Dentur verður lagdur á, at serliga trupult verður tað fyri nýggjar aktørar at finna fígging. Somuleiðis verður gjørt vart við, at váðin við at seta pening í vinnulívið í Føroyum verður nógv størri (hoyringarsvarið frá Reiðarafelagnum, dagf. 15. juni 2017, s. 10).

Sostatt vistu samgongan og fiskimálaráðharrin av, at nýskipanin fór at minka um íløguáhugan í føroysku fiskivinnuna, og nú er sjón fyri søgn, at sjálvt verandi aktørar hava torført við at fáa fígging til simpult viðlíkahald.

 

Hvar skulu tær 63 eyka milliónirnar koma frá?

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur inntøkuført 355 mió. í tilfeingisgjaldi í mun til 292 milliónir í fjør, ein vøkstur uppá yvir 20%. Men tað er alt annað enn gjøgnumskygt, hvaðani peningurin skal koma. Longu í ár eru útflutningstølini heilt nógv versnað. ICES er úti og mælir til stóran niðurskurð. Teir, sum hava menningarkvotur, hava stórar útreiðslur til at leiga sær skip og tí lægri gjaldføri, enn um teir áttu skipini.

Tað tykist vera greitt, at fiskivinnan fær onga fígging til gjaldføri, tí bankarnir trúgva ikki uppá fiskivinnunýskipanina. Í Vinnunevndini liggur eitt uppskot um veiðigjald, sum skal drena risaupphæddir úr vinnuni, men tað uppskotið sær ikki út til at hava meiriluta aftanfyri seg. Verður tað ikki samtykt, so skal vinnan bert gjalda gamla kilogjaldið, og tá tódnar yvirskotið hjá landsstýriskvinnuni munandi, og Landsstýrið stendur við einum øðrum trupulleika.

 

Samgongufelagar melda pass

Nýskipanin møtir alsamt størri mótstøðu, jú meira hon verður trýstroynd. Tann alt ov drúgva viðgerðin av menningarkvotum í Fiskimálaráðnum merkir, at loyvini sum vórðu útskrivað í august, ganga út eftir bert fáar mánaðir (og tí ivaleyst mugu leingjast). Her hevur andstøðan fleiri ferðir verið frammi við peikifingrinum, men her er Fiskimálaráðið sjálvt sín egni versti fíggindi, við at hava undirmett ta orkuna, sum skuldi til. Harvið rulla tey í Fiskimálaráðnum ein kavabólt framman fyri sær.  

Uppaftur meira álvarsamt fyri fiskimálaráðharran er tað, at samgongufelagar nú uppá strípu venda tumlinum niður eftir. Kristin Michelsen hevur – uttan at siga tað við orðum – markerað, at hann er ímóti uppskotinum um veiðigjøld, og harvið verður tað neyvan samtykt. Hanna Jensen hevur vegna Framsókn sagt, at tey taka ikki undir við at fara frá fiskidøgum til kvotur 1. januar. Aftur her tykist Fiskimálaráðið at hava undirmett sína fyrireikingaruppgávu, tí uppskotið er framvegis ikki klárt, hóast fyrireikingartíðin bleiv longd við einum ári í fjør. Og Bjarni Hammer meldaði seg samdan við Framsókn í tí málinum, og legði afturat, at hann var ikki heitur fyri at leggja um til kvotur yvirhøvur.

Sostatt tykist leggjast afturat við samgongulimum, sum hava fingið kaldar føtur, nú nýskipanin koyrir á tíggjunda mánað. Har fleiri búskaparfrøðingar áður stuðlaðu nýskipanini, er teirra stuðul nú eisini fánaður burtur í onki, meðan menn við góðari rødd sum Páll Gregersen og Hanus Hansen halda á við sama áræði. Helst tí teir vita, at uppaftur fleiri lurta nú.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund