Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tí valdi Patrik KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  18.10.2018 - 17:52 Ítrottur Tíðindi

Fleiri feløg ynsktu at fáa hann, men Patrik Johannesen valdi KÍ framum.

23 ára gamli álopsleikarin Patrik Johannesen hevur gjørt ein tvey-ára sáttmála við KÍ. Har skal hann avloysa Páll A. Klettskarð, sum fer av landinum eftir hetta kappingarárið.

- Eg valdi KÍ eftir at hava tosað við Mikkjal um KÍ og hvussu hópurin arbeiðir og venur. Eg rokni við, at eg passi væl inn í KÍ og leikluturin verður nokk líknandi honum, sum Páll hevur havt, sigur Patrik Johannesen sum váttar, at fleiri feløg høvdu áhuga at fáa hann í sín hóp.

 

 

Ment seg sum persón

Patrik hevur seinasta árið spælt í Florø í næstbestu norsku deildini. Har hevur hann eisini verið nógv skaddur.

- Hetta hevur verið ein tíð, har tað hevur gingið upp og niður. Eg fekk ein skaða, har liðbandið næstan fór, men síðani í summar havi eg verið frískur og heilt klárur. Eg haldi, at eg havi ment meg sum persón, meðan eg sum leikari eri áleið tann sami. Málið hjá okkum er at spæla við í toppinum næsta ár, sigur Patrik Johannesen við Norðlýsið.

 

Patrik Johannesen er givin í Florø og býr nú í Tórshavn, har hann eisini kemur at búgva, meðan hann spælir við KÍ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…
Norðstrok: Felagstúrur til Viðareiðis og…
Er ein niðurlaging av Sjónámi at hóma í…
Sámal Jákup Djurhuus venjari hjá Team Kl…
FSF og MMR fara undir Skúla­fótbólt í Før…
Her er nýggja stjórnin
Miðlar við á fundi í næmingaráðnum
Klaksvíkar Býráð samtykt roknskapin fyri…
Fýrasmæru­stjórnin leggur frá landi
Esmar hevur eina áhugaverda familjusøgu
OL, statslán, lesandi og føroyskur avger…
Lønið FAS-reiðaríum fyri at brúka føroys…
Lands­roknskapu­rin fyri 2025 hevði 11 mió…