Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Høgrarák og ný-liberalisma í hægsta potensi

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  29.10.2018 - 23:13 Bloggur Politikkur

Okkara samfelagsskipan er ikki lýtaleys, og eigur støðugt at verða reviderað – men ”Latið ei søguna doyggja!”. Gloymið ikki, at fjøldin livdi á hungursmarkinum, meðan nøkur fá høvdu ov mikið. Og gloym ikki, at kapitalistiskar avgerðir eru ikki bara grundaðar á logikk, vitan og royndir, men alt ov mangan eisini á adrenalin og dopamin og ovurhonds-spæligleði, har øll menniskjalig og samfelagslig ábyrgd verður tveitt fyri borð! Hetta prógvar samtíðar fíggjarsøgan vissiliga.

Mong menniskju líða undir søguligum afasi. Tey, sum eru voksin upp undir vælferðarsamfelagnum, gloyma lættliga, at teir flestu av teimum samfelagságóðunum  vit taka sum eina sjálvfylgju í dag, eru eitt úrslit av einum longum solidariskum stríði hjá fjøldini, og ein uppgerð við kyniska kapitalismu og kúgandi feudalismu.

Á politiska høgravonginum, og serliga millum tey ný-liberalu, er herrópið: Peningurin hevur tað best í lummanum hjá borgaranum sjálvum! Tað ljóðar í fyrsta umfari heilt sámuligt. Men kanska fjalir hetta herrópið sonnu hugsanina handan orðini, sum er: Peningurin hevur tað best í lummanum hjá MÆR! Hví skulu mínar hart vunnu krónur nýtast til at syrgja fyri tørvinum hjá hvørjum Hanusi og Janusi?  Hví kunnu Jensina og Hansina ikki sjálvar gjalda tað, tað kostar at vera menniskja?

Tað er kanska heldur nasadjarvt at samanbera kapitalismu við egoismu, men samanberingin er kortini ikki heilt av leið, tí ótamda kapitalisman snýr seg fyrst og fremst um vinning og úrslit, og ikki um tey, ið skapa vinningin og úrslitini. Menniskjuni, høg ella lág, eru vinnutól, og dust, tá tey ikki longur eru til nyttu.

Síðani kapitalisman kom fram einaferð í ellivu-/tólvhundraðtalinum, hevur hon havt mong andlit, men ótálmað hevur hon aldrin verið fjøldini at gagni. Tey fáu høvdu ov mikið, meðan fjøldin andi á hungursmarkinum í øldir.

Sjálvandi vóru onkrir vælgerar innímillum, men vælferðarsamfelagið, sum hvílir á eina solidariska samfelagsskipan, byrjaði ikki í erva. Hugsjónirnar komu kanska frá teimum, ið høvdu fingið ágóðan av skúlagongd, men tað var samanhald í yrkisfeløgum og áhugabólkum úr neðra, ið løgdu grundarlagið undir samfelagnum sum vit kenna tað um okkara leiðir í dag.

”Latið ei søguna doyggja” kvað skaldið, men tað er júst tað, sum er við at henda í dag. Tey, sum ikki vita av øðrum enn vælferðarsamfelagnum, hava gloymt, at tað ikki er ein sjálvfylgja. Fara vit bara eini hálvtrýss ella hundrað ár aftur í tíðina, so sá tilveran hjá fólki flest um okkara leiðir heilt øðrvísi út!

Tá vóru øll í sjálvdrátti, og tann, ið onkursvegna ikki hevði eydnuna við sær, endaði lættliga í armóð. Hundarnir fingu ikki eingong lut í molunum, ið duttu av borðunum hjá teimum ríku. Nu vilja nýkapitalistarnir og neoliberalistarnir so aftur til gomlu   samfelagsskipanina, tí tey vælbjargaðu hava ikki ráð til at gjalda skatt, ella tí at tey ikki unna grannanum lortin undan neglunum.

Og so skapa tey lívslygnir sum siga, at peningurin altíð hevur tað best í lummanum hjá hinum einstaka, og at tað økir um samfelagsvirðini og arbeiðsútboðið, um tú              gevur teimum hægstløntu skattalætta (sum tey lægstløntu mangan noyðast at gjalda). Meðan veruleikin helst er tann, at gevur tú teimum lægstløntu meira pening – antin við skattalætta ella lønarhækking – so fer hann útaftur í samfelagið beinanvegin, og skapar vøkstur.

Avtaka vit okkara solidarisku/samhaldsføstu samfelagsskipan, og fara til eina sjálvtryggingarskipan, sum t.d. í USA, so verða vinnararnir bara tey ríkastu og tryggingarfeløgini, meðan vanligi lønmóttakarin fer at knokla undir tryggingarbyrðum og dagstovna- og skúlapengum, eins og egingjøldum av øllum slagi.

Tann milliardaeyðræningin av skattapeningi, ið fram er farin seinastu árini, av snúnum handils- og bankafólkum, er júst eitt tekin um vaksandi nýkapitalisktiska og nýliberala tíðarrákið.

Tey halda tað vera lógligt at misnýta øll brek og øll hol í okkara skattaskipanum, til at ræna seg fram til milliardir, ið annars vóru ætlaðar øllum samfelagnum (heilsuverki, skúlaverki, sosialverki, o.s.fr.) Og tey trúgva innast inni, at tey onki ólógligt hava framt, tí tey hava bara nýtt ”hol” í lógini! Tað ræður um at vinna pening, kosta hvat tað kosta vil. Og í dag ber tað vist væl til at hava lisið sær til ein kandidatur í løgfrøði, fíggjarfrøði, búskaparfrøði, roknskapi ella teldufrøði, uttan at hava havt lærugreinina etikk!

Okkara samfelagsskipan er ikki lýtaleys, og eigur støðugt at verða reviderað – men ”Latið ei søguna doyggja!”. Gloymið ikki, at fjøldin livdi á hungursmarkinum, meðan nøkur fá høvdu ov mikið. Og gloym ikki, at kapitalistiskar avgerðir eru ikki bara grundaðar á logikk, vitan og royndir, men alt ov mangan eisini á adrenalin og dopamin og ovurhonds-spæligleði, har øll menniskjalig og samfelagslig ábyrgd verður tveitt fyri borð! Hetta prógvar samtíðar fíggjarsøgan vissiliga.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund