Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini síggjast allir teir norðurlendsku mentamálaráðharrarnir.

Norðurlond: Skal verða frítt at síggja sjónvarp hjá hvørjum øðrum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  03.11.2018 - 14:00 Mentan Politikkur Tíðindaskriv

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentmálum er væl nøgd við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum, sum hon luttók á í Oslo fyrr í vikuni. Størsta gleðin var sjálvandi, at føroyingur streyk avstað við barna- og ungdómsbókavirðislønini 2018.

Men umframt virðislønahandanina vóru eisini fleiri fundir millum norðurlendsku mentamálaráðharrarnar og við mentanarnevndina í Norðurlandaráðnum. Her var Rigmor Dam talskvinna vegna ráðharrarnar um fyribrigdið "Geoblokking", ið snýr seg um, at bert heimlondini síggja tilfarið, sum almennu kringvørpini í ymsu londunum leggja út á netið.

- Tað er breitt ynski úr øllum Norðurlondum, at vit skulu sleppa framat tilfari frá hvørjum øðrum. Ráðharraráðið hevur sett eina kanning í verk, sum skal lýsa støðuna viðvíkjandi upphavsrætti og øðrum, og skal so koma við tilmælum um, hvussu vit kunnu røkka ynskinum um at avtaka geoblokkingina í Norðurlondum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Vit kenna øll hesa forðingina, tá vit leita eftir tilfari á heimasíðum hjá norðurlendskum public-service støðunum, at eini boð koma fram um, at tilfarið er ikki tøkt í útlandinum.

- Tað hevði verið ein stórur fyrimunur, um vit øll fingu atgongd til alt tilfarið hjá hvørjum øðrum, so vit í Norðurlondum, sum framleiða so nógvar dygdargóðar sendingar, kunnu njóta alt tað norðurlendska tilfarið. Tað styrkir sambandið og málfatanina fyri málunum hjá hvørjum øðrum, at vit øll fáa tílíka atgongd, sigur landsstýriskvinnan.

Tá ið norðurlendsku mentamálaráðharrarnir hittast, er tað ein afturvendandi táttur, at allir lata eina stutta frágreiðing um, hvat hendir á mentanarøkinum í heimlondunum.

Í síni framløgu nevndi Rigmor Dam eitt nú árið fyri málmenning hjá børnum, og at barnasangbókin, sum í næstum verður latin øllum nýføðingum, nú er farin til prentingar. Hon fortaldi um nýggju listafólkalønirnar, har tiltrongt kjak uppstendur um týdningin av list og mentan í samfelagnum, og um skúlaverkætlanina Glasir, har tríggjar ungdómsútbúgvingar eru lagdar saman í eina. Landsstýriskvinnan greiddi harumframt frá um ætlanirnar við Hoydølum sum mentanardepil fyri listafólk og Tjóðsavn, og at verklagslóg um nýggjan Tjóðpall er á veg í tingið.

- Men nógv varð eisini tosað um føroyska teknaran og høvundin Bárð Oskarsson, sum fult uppiborið fekk barnabókavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri barnabókina, Træið. Serliga stuttligt er tað sjálvandi, at lítla máløkið føroyskt fær so nógva umrøðu, og á allan hátt verður virðismett ájavnt við tey stóru, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

Svøríki hevur havt formansskapin í Norðurlandaráðnum í ár, og komandi ár verður tað Ísland, sum yvirtekur formansskapin.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…