Nú verður ikki leingi at bíða til klárt verður at flyta inn
sigur stjórin í Bústøðum, Andras Róin. Vit kunnu einki siga fyrr enn alt er klárt, men tað verður miðskeiðis í hesum mánaðinum.
Andras Róin, stjóri á Bústøðum, skilir væl at fólk eru farin at ótolnast eftir nær tey sleppa at flyta inn í íbúðirnar í miðbýnum.
- Knjon fer at handa íbúðirnar til Sjálvsognarstovnin á Brekku í vikuni og Bústaðir skal síðani umsita íbúðirnar vegna Sjálvsognarstovnin.
- Enn restar smávegis arbeiðir so økið kring íbúðirnar kann trygdargóðkennast. Parkeringsviðurskiftini eru ikki í lagið enn og harafturat er nakað av arbeiði eftir, sum skal gerast í samband við sjóhitaskipanina, men tað verður vantandi liðugt um eina til tvær vikur.
- Verkætlanin er seinkað hálvt annað ár, men hóast hetta er kostnaðurin fyri verkætlanina á góðari leið.
- Tá byrjað var uppá arbeiði, vóru størri trupuleikar av sjógvi á hægstu flóð enn roknað var við og tí vóru vit noyddir at tryggja kjallaran betur enn ætlað var. Eisini hava vit havt aðrar trupuleikar sum hava ført seinkingar við sær. Eg skilji væl at fólk eru ótolin men tey mugu bera ivi við okkum eitt nakrar dagar afturat, segði stjórin á Bústøðum.