Lýsing
Lýsing
Lýsing

Besta uppskotið funnið

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  19.11.2018 - 14:11 Tíðindaskriv

Nýggja blaðið, ið er ætlað málbólkinum 60 pluss, sum Norðlýsið hevur tikið stig til at geva út, hevur í dag fingið navn. Tað var Helena Kannuberg, sum vann kappingina við navninum Fyndin

Fyrr í mánaðinum varð ein navnakapping skrivað út, og fólk hava havt høvi at senda uppskot inn um hvat blaðið skal eita. Undirtøkan hevur verið sera góð og inn komu 49 uppskot. Tað eru vit takksom fyri, sigur samskiparin av blaðnum, Hansa Hansen.

Ein navnanevnd varð sett at velja í millum innkomnu uppskotini. Í nevndini eru Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, Maria Olsen, forkvinna í Eldraráðnum í Norðoyggjum, og Rúna Sivertsen, forkvinna í TIGN.  

Mánadagin, 19. november, gjøgnumgekk nevndin innkomnu uppskotini ,og tær vórðu skjótt samdar um tvey nøvn, ið teimum dámdu best. Tað tók teimum tó eina góða løtu at blíva samdar um vinnaranavnið, men tá tað kom til stykkis, vóru tær væl nøgdar við valið. 

-       Vit valdu navnið Fyndin tí tað er eitt orð, ið inniheldur nógv av teimum jaligu orðunum, sum kunnu lýsa árini 60 pluss. Orðið merkir gott skil, skilagóð meining, megi, máttur , vísdómur o.s.fr. Orðið gjørdi okkum eisini forvitnar, tí fynd er ikki eitt nógv nýtt orð. Vísdómur er ikki nakað, ein er føddur við, men nakað, sum kemur við árunum og lívsroyndunum. Tí halda vit, at navnið Fyndin hóskar væl til eitt blað til málbólkin 60 pluss.

 

Helena Kannuberg sigur í sínari grundgeving:

”Ein góður aldurdómur er eftir míni fatan merktur at víðskygni, lívsins lærdómi og góðum kropsligum førleikum.”

Vit ynskja fyriskiparunum hjartaliga til lukku við blaðnum og vinnaranum til lukku við vinninginum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…