Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í snotuligu móttøkuhølunum á Highland Park Distillery í Kirkwall á Orkneyoyggjunum er gjørligt bæði at fáa smakkiroyndir og at keypa sær whisky heim við.

Dríta í egið reiður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.12.2018 - 21:34 Leiðarin Vinna

Tað var ógvuliga hugstoytt at síggja norðoyatingmannin Jákup Mikkelsen standa í Degi og viku og breggja sær av at hava lagt Föroya Bjór fótonglar í vegin. Samstundis kundi stjórin í Okkara gníggja sær í hendurnar.

P/F Okkara selur bara øl og cider og kann tískil nú selja alla sína framleiðslu í egnum virkishølum. Men samstundis sleppur Föroya Bjór ikki at selja vodka, ginn og akvavitt (og skjótt Whisky) úr sínum sølubúðum kring landið. Nú noyðist kundin, sum vil hava bæði øl og snaps, eitt nú til høgtíðirnar, í Rúsdrekkasøluna eftir snapsinum, og har standa fløskurnar hjá Föroya Bjór saman við øllum møguligum útlendskum drykkjum av sama slagi og gera tað lættari at taka eitt útlendskt produkt fram um.

Og tá kundarnir kortini noyðast í Rúsdrekkasøluna eftir snapsinum, kann tað lætt hugsast, at teir gera alt innkeypið har, eisini ølið – sum har eisini stendur millum alskyns lokkandi sløg av útlendskum øli.

Hví ikki bera so í bandi, at føroyingar kunnu keypa alt til jólini og nýggjárið – bæði sodavatnið, jólaølið, sterkarið ølið og snapsin – á einum og sama staði? Er tað yvirskotið hjá Rúsdrekkasøluni, sum stúrt verður fyri, so er ongin vandi. Rúsan hevur kappingarfyrimun í øllum lutum, ikki minst vegna stóra úrvalið. Her er gott rúm fyri fleiri aktørum.

Nógv ímillum. Fert tú ein túr til grannaoyggjarnar, kanst tú leggja tær leiðina inn á Highland Park á Orkneyoyggjunum. Í stóru móttøkuhølunum er gjørligt at keypa sær fløskur í øllum støddum, sum distillaríið framleiðir. Og eins og Föroya Bjór er Highland Park ein stoltleiki hjá oyggjasamfelagnum, og gevur eitt stórt íkast til lokala búskapin, ikki minst tá tað kemur til útflutning.

Stóri munurin er, at á Orkneyoyggjunum eru politikarnir viðleikarar hjá bryggjara- og distillarívinnunum, meðan her í Føroyum eru teir mótleikarar.

Her var eitt gott høvi at gera nakað gott fyri ta føroysku bryggjarívinnuna. Men einans teir politikararnir, sum vildu P/F Okkara tað væl, tóku av. Hetta skal avgjørt ikki skiljast sum nakar kritikkur av teimum, tí teir gjørdu tað einasta rætta. Men norðoyatingfólk áttu meira enn hini tingfólkini at skilt týdningin av at stuðlað føroyskari og ikki minst lokalari framleiðslu, havandi í huga hvussu nógv framleiðsla fer fram í Norðoyggjum, men í hesum málinum skuffaðu nøkur teirra.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jóhan vil hava nýggja fiski­veiðuavtalu v…
Dalsenni 11.000 pund
Norðlýsið blaðið í gerð
Brynjar og Rógvi saman við lands­stýrisfó…
Jóla­trøini
Fakfelagssamstarvið spyr enn einaferð sa…
Mjølnir vann fjórða sigurin á rað
Veðrið í vikuni
Úrslitið frá lands­seyðasýning­ini 2025
Mjølnir á heimavølli næstu tíðina
Føroyar vunnu smálandakappingina
SÍ koppaði Mjølni
Hátíðarløta fyri Norðoya Listafelagi
Norðoya Gongufelag: Morguntúr kl. 8.00
Fosturforeldra­felagið 25 ár
Tobbi - okkara støða er framvegis púra g…
Slystekan Zelus renardii skrásett í Føro…
Neystið: Ræst kjøt at fáa til keyps í da…
Sandoy og Suðuroy gerast kappingarneytar
Vit skriva jólakort