Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftur ein knokkroyting av pensjónistum

SKRIVAÐ: Beate L. Samuelsen  |  11.12.2018 - 18:11 Lesarabrøv Mentan Tíðindaskriv Tíðindi

Um politikkarar gera eftir uppskoti Skattanevndarinnar, skulu  landsins pensjónistar gjalda yvir átta milliónir krónur um mánaðin í tænastugjøldum

Sambært formanninum í Skattanevndini, Kára Petersen, verður í Føroyum ikki rindaður skattur av fleiri av hægstu lønunum, sum vunnar verða aðra staðni.

Tað stendur í eini grein í Sosialinum mikudagin 5. des. 2018.

M.a. verður upplýst, at ein sera stórur partur av teimum 552, sum hava eina árliga skattskylduga inntøku omanfyri milliónina, eru okkara landsmenn, sum sigla við útlendskum skipum.

Skattareglurnar viðv. teimum eru so ymiskar, alt eftir hvar og hvussu teir verða skattaðir, at landskassin og kommunukassarnir her í landinum kenna seg fyri vanbýti.

Alt kemst av tvískattaavtalum, sum Føroyar hava við onnur lond, verður sagt. Eftir sum kommunurnar ikki fáa tann stóra gloypubitan av hesum skattakrónum, sum tær kundu ynskt sær,  skal tað ganga útyvir okkum onnur, sum skulu gjalda meira.

Skattanevndin er sambært greinini av tí áskoðan, at lægri inntøkuskattur og fleiri tænastugjøld høvdu bøtt um støðuna hjá kommununum.

At allar kommunur landsins líða nakra neyð, er neyvan í tráð við veruleikan. T.d. sigst, at pengakassin hjá landsins størstu kommunu, Tórshavnar kommunu, er um at flóta yvir.

Ein jongleran

Skattanevndin hevur í so nógv ”góð” hugskot, tá tað ræður um at knokkroyta bólkin av landsins eldri borgarum.

Uppskotið, sum Skattanevndin jonglerar við fyri at útvega kommunum størri inntøku, er, at allir borgarar yvir 20 ár skulu gjalda kr. 300,- pr. høvd um mánaðin.

Haraftrat skulu kommunurnar krevja eitt mánaðarligt húsatænastugjald fyri vatnveiting, kloakk, renovatión og sløkkilið uppá kr. 1.000,- fyri eini vanlig sethús, kr. 800,- fyri raðhús og kr. 600,- fyri eina íbúð.

Sambært fíggjarlógaruppskoti løgtingsins, sum í hesum døgum skal samtykkjast, verða í Føroyum í 2019 tilsamans 8.747 pensjónistar móti 8.570 í 2018. Hetta er sanniliga ein stórur bólkur av fólki, má man siga.

Pensjónistarnir skulu sambært løgtingsuppskotinum fyrst gjalda 300 kr. pr. høvd í borgaragjaldi x 8.747=2.624.100 kr. um mánaðin.

Ein gøla

Haraftrat skulu somu pensjónistar, sum tilláta sær at búgva í sethúsum, gjalda, kr. 1000,- fyri ognina um mánaðin. Hvussu nógvir  pensjónistar búgva í egnum sethúsum, vita vit ikki. Fleiri eru jú hjún ella sambúgvar.

Men siga vit, at 6000 búgva í egnum sethúsum, skulu teir av við tilsamans kr. 6.000.000,- um mánaðin.

Leggja vit samlaða borgarargjaldið kr. 2.624.100,-, sum pensjónistarnir skulu gjalda, og sethúsagjaldið kr. 6.000.000,-, saman, fáa vit eina upphædd, áljóðandi kr. 8.624.100,- sum rændir verða hvønn einasta mánað frá pensjónistum.

Tað er rætt og slætt ein gøla fyri Føroya land, um tikið verður undir við uppskoti Skattanevndarinnar.

Í staðin fyri at fara eftir teimum, sum sambært Skattanevndini hava eina skattaskylduga inntøku omanfyri milliónina uttanfyri landoddarnar, men búgva her, tí tað er so strævið og møtimikið, er munandi lættari at leggja tænastugjøld á m.a. pensjónistarnar, tá samfelagnum vantar pening.

Hetta er ikki rættvíst yvirfyri pensjónistunum í Føroyum, og vóna vit, at møgulig tænastugjøld ikki vera løgd á okkum.

Beate L. Samuelsen, forkv.

Landsfelag Pensjónista

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…