Lýsing
Lýsing
Lýsing
Einar Waag er alt annað enn fegin um, at lokalu tinglimirnir trýstu á reyða knøttin | Mynd: Oliver Joensen

Einar Waag: - Eg eri skuffaður av lokalu tinglimunum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.12.2018 - 14:14 Politikkur Tíðindi Vinna

Tað er ein bersøgin stjóri á Føroya Bjór vit fáa í viðtalu, nú uppskotið at loyva bryggjarínum at selja sterkt øl og cider fall til 3. viðgerð ígjár.

Einar Waag er stjóri á Føroya elsta bryggjaríði. Føroya Bjór varð stovnað í 1888, tað er ivaleyst tað sterkasta brandi á Føroya landi og er stoltleikin innan føroyska bryggjarívinnu. Føroya Bjór hevur høvuðssæti í Klaksvík.

Norðlýsið hevur sett Einar Waag stevnu, at hoyra hansara viðmerkingar til kjakið í politisku skipanini um dagarnar. Tað lá í kortunum, at Føroya Bjór slapp at selja teirra framleiðslu, sama stað har framleiðslan er.

- Eg fylgdi við kjakinum í tinginum og eg má siga, at eg gjørdist skuffaður av okkara Bigga og Bjørn Kalsø. Eg veit at teir stemmaðu ímóti, eins og Elsebeth M. Gunnleygsdóttur sigur Einar Waag.

- Harumframt vil eg harðliga átala ta viðferð okkara starvsfólk fingu frá okkara Bigga og Magnus Rasmussen. Teir søgdu á tingsins røðarapalli at okkara starvsfólk ikki megnaðu at handfara tað lógarsetta aldursmarki á 18 ár. Hetta er at vanvirða okkara starvsfólk og vóru teir ikki immunir, so hevði eg saksøkt teir vegna starvsfólkini, sigur Einar Waag at enda við Norðlýsið. 

 

Niðanfyri sæst hvussu løgtingslimirnir greiddu atkvøðu

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…