Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aftursvar til Óla M. Lassen

SKRIVAÐ: Dulnevndur  |  28.12.2018 - 11:57 Lesarabrøv Tíðindi

Aftursvar til Óla M. Lassen "Jólaheilsan 2018": Óli nevnir eina rúgvu um, hvat er gjørt innanfyri hansara øki í kommununi seinastu tvey árini! Gamaní er nógv gott hent, alt gott um tad. Og ljódar eisini til, at kommunan hevur nógvar planir í framtídini innanfyri ferdslu. MEN MEN!

Kommunan ger einki sum helst fyri at fáa bilarnar -parkeraðu bilarnar- vekk av alfara vegi. Tvørturímóti, haldi eg, at kommunan ger sær stóran ómak, fyri at fáa so nógvar privatar parkeraðir bilar ÚT á koyrivegin sum møguligt. Hettar til stóran ampa fyri ferðslu & og tey sum ganga.
Tak f.eks. sethús sum eru bygd -og standa í gerð- seinastu árini. Eg meini, at tað stendur í byggisamtyktini at tað skal vera pláss fyri min. tveimum bilum á sínum privata øki. Hettar er langt frá tilfeldi. So langt frá eisini. (burdi verið krav um pláss fyri min. 3 bilum í dag)
Áhugavert hevði verið at fingið kanna, hvussu/hvat stendur í byggisamtyktini fyri kommununi, og hví kommunan ikki ger meir fyri at fáa privatbilar vekk at vegnum. Hví tað ikki blívur praktisera, at tað SKAL vera pláss fyri min. tveimum bilum á sínum privata øki. Alt er eitt stórt kaos við privat parkering í Klaksvík, og tað sær heldur ikki út til, at bilatalið  minkar. 50.000 fólk búgva í FO. 25.000 privat bilar eru skrásettir.
Tak Skáltavegin. Stoksoyravegin. Tradargøtu. Torvgøtu. Bumshamarsveg. Víkavegin. Hettar eru bara nakrir av vegnum. Listin er langur. Alt eitt stórt kaos.
Nú Norðoya Bú & Heimatænasta er flutt út í Klaksvíksvegin, so eru einir 10 til 15 privat bilar komnir afturat at standa úti á alfara vegi har sum tey halda til. Hvønn dag.
Eisini í samband við kavarudding eru allir privat bilar á kommunalum vegi ein trupuleiki.
(kavarudding/salting av vegnum er ein stór joke í sjálvum sær hjá Klaksvíkar kommunu spyrja tit meg.)

Eri væl vitandi um, at ikki allastaðni letur tað seg gera , men hví ikki siga, at um 10 ár, so SKAL tað vera min. tvey parkeringspláss á privatum øki har tað letur seg gera.
Kundi verið áhugavert at fingið hettar fram í ljósið. 

Gleðilig jól øll somul.

Dulnevndur

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…