Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

So ein Ding müssen wir auch haben!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  10.01.2019 - 14:25 Poddar Mentan Vinna

Hóast vit eiga at verja um søguna, so ber ikki til at gera alla Klaksvíkina til eitt fornminnasavn. Her má veljast og vrakast við skynsamari hond.

Men, er tað nú altíð galdandi?

Tikið verður mangan til úr gomlu týsku skaldsøguni, at hava hini tað, so mugu vit hava eisini tað. Men, er tað nú altíð so? Í Klaksvík tosa tey um at fáa eitt bátasavn – men, eitt bátasavn finst jú í Leirvík, eitt hanagleiv úr Klaksvík, og eitt bátasavn finst í Tórshavn. Er tað neyðugt við fleiri bátasøvnum? Ella er tað so at tað finst ein ørgrynna av gomlum bátum í Klaksvík? Eg spyrji, tí eg ikki veit? Um ein ella tveir varðveitingarverdir gamlir bátar finnast, so kundu teir kanska passandi hoyrt heima á Norðoya Fornminnasavni? Tað er væl ikki neyðugt at hvør bygd varðveitir sínar bátar, uttan so at teir hava eina serliga søgu? Eitt er at útvega fornlutir, eitt annað at halda og røkja teir! Hvør skal gjalda?

Kanska skuldu klaksvíkingar latið leirvíkingar átt bátasavnið, og í staðin savna seg um eitt útiróðrasavn, við einum ella tveimum maskinbátum (installeringum), einum dekkbáti (Nólsoyarpáll – KG 334 er eisini í góðum standi) og onkrum størri útiróðrafari og einum egningarskúri. Líniskipið liggur longu har. Og tvær sluppir eru varðveittar í sínum upprunastandi.

Trolarnir hava eisini verið sera týðandi fyri Klaksvíkina , men tað verður helst ov dýrt hjá einum einstøkum býi at varðveit ein av teimum. Tað ræður ikki um at varðveita so nógvar bátar som møguligt, men heldur um at varðveita før, sum boða um ymisk tíðarskeið og ymiskar veiðihættir. Var tað ikki neyðugt við einum flakavirki á hvørjum tanga, so er tað heldur ikki neyðugt við einum bátasavni  á hvørjum tanga. Er tað nú bara eitt hana gleiv til Leirvíkar, so verður tað skjótt bara trý hanagleiv til Havnar!

Tankin um at nýta ein part av Spinnarínum til ”spinnarímuseum” tykist  onkrum av okkum eitt sindur løgið, Tí hóast spinnaríðið, sum nú stendur sum eitt satt prýði fyri býin,  varð bygt til spinnaríð, so var søga tess sum spinnaríð so stutt og ógloruverdig, at talan neyvan er um nakran serligan leiklut í Klaksvíkar yrkissøgu. So skuldu bollafabrikkin og guanofabrikkin og sanniliga vaskaríðið,  eisini fingið sítt museum.

At seta gomlu maskinurnar frá spinnarínum hjá Monu upp á nýumvælda Spinnarínum, er meira at varðveita minnið um eina megnar striðskvinnu, enn at varðveita ein  part av yrkissøguni í Klaksvík. Fiskastykkini, fiskakjallararnir, turkihúsini og gomlu brúgvarnar, eru nógv meira partur av Klaksvíkar søgu, har arbeiddu hundraðtals fólk, tann tíð tað var.  Men, hóast vit eiga at verja um søguna, so ber ikki til at gera alla Klaksvíkina til eitt fornminnasavn. Her má veljast og vrakast við skynsamari hond.

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Seyðahunda kapping í Saksunardali leygar…
Ársins Rósa 2025
Í Føroyum skulu vit taka egnar avgerðir!
Danski verjumála­ráð­har­rin á vitjan
Norðoya Listafelag 40 ár
Soleiðis stemmaðu tey
Nýggj bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbli…
Ítrótt úti í kavanum
Tað ruggar ikki heilt rætt í ferjuleguni…
Latif hevur fingið nýtt felag
Epli og gularøtur av Sandi
Sev - eykaaðalfundur á heysti
Hvønn kunnu vit samstarva við, um vit si…
Føroyar søkt um at gerast sjálvstøðugur…
Hugni, Smæran og Sangfuglar­nir í Rótini
Páll Finnur Páll á OY Voxbotn 2026
Tiltøkini móti Russlandi raka Føroyar me…
Úrslitið av seyða­sýning­ini 2025
Próvtøkur og verjuskip
Eru Eysturoyar og Norðoya Tjóðveldisfelø…