Lýsing
Lýsing
Lýsing

Smoltstøðin í Ónavík – størsta íløga í Vágs kommunu nakrantíð

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  14.01.2019 - 21:30 Tíðindaskriv Vinna

Sera góð tíðindi vóru borin í Degi & Viku í kvøld, tá Regin Jacobsen, stjóri, í Bakkafrost, greiddi frá, at Bakkafrost fer at byggja nýggja smoltstøð í Ónavík í Vágs kommunu.

Talan er um eina stóra smoltstøð, sum kemur at liggja við Ónavíkstanga og norðureftir.

Smoltstøðin verður umleið 10.000 fermetrar til støddar. Á smoltstøðini skulu framleiðast stór smolt og skal smoltstøðin kunna nøkta tørvin til umleið 3 mió. smolt um árið. Hetta krevur kør sum eru umleið 12.000 rúmmetrar.

Smoltstøðin er mett at kosta umleið 350 mió. kr. – og er hetta harvið størsta einstaka íløga í Vágs kommunu nakrantíð.

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um, at tað í sera góðum samstarvi við Bakkafrost og við Sumbiar kommunu, hevur eydnast at fáa staðsett smoltstøðina í Vágs kommunu. -Vit hava brúkt ómetaliga nógva orku uppá hesa sera spennandi verkætlan og eru vit sera sera fegin um at smoltstøðin verður bygd í Vágs kommunu. -Ongin ivi er um, at ein íløga á 350 mió. kr. fer at føra við sær stórar ringvirkningar í nærumhvørvinum; eins og økt virksemi fer at verða, tá framleiðslan byrjar á smoltstøðini, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…