Lýsing
Lýsing
Lýsing
Foto: Ritzau Scanpix | Mynd: Foto: Ritzau Scanpix

Undirhúsið feldi uppskotið: Misálit reist á May

SKRIVAÐ: Tróndur Ellingsgaard  |  15.01.2019 - 19:52 Tíðindi

Við 432 atkvøðum ímóti, bleiv uppskotið hjá Theresu May felt við einum sera greiðum meirluta. Harumframt hevur Jeremy Corbyn, andstøðuleiðari, lagt misálit fram á Theresu May.

Atkvøtt bleiv um hvørs undirhúsið tekur undir við teirri treytum ið Theresa May og ES eru komin ásamt um, hvussu ið farast skal fram tá Bretland fer úr ES. 202 atkvøður vóru fyri avtaluni, meðan heili 432 vóru ímóti.

Tað varð væntandi, at uppskotið bleiv felt - men staðfestast kann, at uppskotið varð felt við einum sera greiðum meiriluta.

Theresa May tók orðið tá atkvøðugreiðslan varð liðug. Her staðfesti og viðurkendi hon viljan hjá undirhúsinum.

Eftir hetta tók andstøðuleiðarin Jeremy Corbyn orðið og staðfesti, at Labour reisti misálit móti forsætisráðharranum.

Orðaskiftið er enn í gongd - so støðan er nakað óviss í løtuni. Helst verður misálitið umrøtt í morgin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…