Lýsing
Lýsing
Lýsing
Rigmor Dam vil ikki standa modell til at skula í tingið eftir uppaftur fleiri stórum eykajáttanum | Mynd: Óli Petersen

Eitt sirkus í vøkstri

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.01.2019 - 22:33 Leiðarin Mentan Politikkur

Landsstýriskvinnan, sum bedýraði onki skeivt at hava gjørt, er nú farin frá, og løgmaður, sum vardi somu landsstýriskvinnu, hevur avblást kanningina av henni. Orsøkin er, sum mong høvdu væntað, at rokningarnar fyri Glasir als ikki eru lidnar at streyma inn, og nýggjastu metingarnar siga einar 30-40 milliónir afturat í meirútreiðslu. Og framhaldandi er ongin vissa fyri, at hetta er tað seinasta, vit hava hoyrt.

Føroya Landsstýri hevur mist tamarhaldið við útreiðslunum. Hvørki Mentamálaráðið, Samferðslumálaráðið ella løgmaður vita í skrivandi stund at siga, hvussu nógv Glasir endaliga fer at kosta. Rokningar blíva við at streyma inn fyri arbeiðir, sum ongin heimild er fyri at gjalda, og sum Landsstýrið ikki hevur yvirlit yvir. Og løgmaður sigur seg ætla at kanna, um nakað er galið ... ?

Løgmaður gjørdi eina roynd at sparka bóltin yvir til Landsstýrismálanevndina, og Annita á Fríðriksmørk vildi hjálpa honum. Men restin av nevndini vildi ikki hava nakað við hetta at gera. Og tað er væl skilligt, tí sjálvt samgongan heldur neyvan, at tað er neyðugt at kanna, um alt er farið rætt fram – tað er týðiligt fyri øll, at tað er tað ikki.

Síðani skuldi løgmaður sjálvur kanna málið, men hann hevur fingið at vita úr øllum heraðshornum, at úteftir sá hann út sum ein pallsmiður av einum glantrileiki. Ongin fór at taka kanningina fyri fult. Í so máta fekk hann eitt kærkomið høvi at avblása kanningina, nú landsstýriskvinnan sjálvboðin fór frá.

Í Løgtinginum valdar eisini óvissa, tí nevndararbeiðið í Fíggjarnevndini liggur lamið. Forkvinnan vil ikki innkalla til fund vegna (grundaðan) ótta um at verða koppað sum forkvinna. Ongin fæst heldur at siga, at tey vilja hava allar nevndirnar valdar av nýggjum. Tað merkir millum annað, at eykajáttan heldur ikki fæst fyri ógoldnu rokningarnar hjá Glasi, tí Fíggjarnevndin skal viðgera allar eykajáttanir.

Størsta skandalan í hesum er, at Landsstýrið ikki hevur yvirlit yvir ta fíggjarorkuna, sum skal brúkast uppá Glasir, og at hvørki løgtingið ella fólkið veit, hvussu nógv meira skal brúkast. At forkvinnan í Løgtingsins fíggjarnevnd hevur bundið alla nevndina niður, so nevndin ikki kann viðgera møguligar eykajáttanir, tí forkvinnan ikki vil missa prestisju, ger bara sirkusið størri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…