Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kærkomin eldraráðharravitjan

SKRIVAÐ: Beata L. Samuelsen  |  05.02.2019 - 21:40 Politikkur Tíðindaskriv

Fyrireikararnir av Føroyavitjan Thyru Franks, ráðharra í eldramálum, hava gloymt Landsfelag Pensjónista

Í dag kemur danski ráðharrin í eldramálum, Thyra Frank, til Føroyar sum gestur hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen.
Nógvir eru útlendsku ráðharrarnir, ið koma henda vegin á antin almenna ella privata vitjan. Hesuferð er tað so ráðharrin í eldramálum sum vitjar.

Danska ráðharramálaráðið innan eldraøkið varð sett á stovn eftir kravboðum frá danska flokkinum Liberal Alliance, sum gjørdist ein av samgongustjórnarflokkunum aftaná seinasta fólkatingsval saman við Vinstra og Konservativa Fólkaflokkinum.

Danski miðlar hava funnist at eldramálaráðharranum,Thyru Frank, og stjórnini, tí at lítið og einki hevur verið at hoyrt í almenna rúminum til umrødda ráðharra í inniverandi valskeið.

Nú er ráðharrin so her, og tað er at fegnast um. Hetta er ikki fyrsta ferð hennara í Føroyum. Thyra Frank var eisini her, tá ”Leiðaradagur” var í Norðurlandahúsinum í 2011. So heilt ókend við oyggjalandið úti í Atlantshavinum er hon ikki.

Endamálið við stuttu ferðini hjá Thyru Frank er at fáa kunning um eldrapolitikkin í Føroyum.

 

Tíðin kanska ov knøpp

Í dag og í morgin skal hon hitta umboð fyri Kommunufelagið, har hon fær kunning um eldraøkið í Føroyum. Somuleiðis skal hon vitja Klaksvíkar Kommunu, Eysturkommunu, Tórshavnar Kommunu, Vága Kommunu og Sørvágs Kommunu.  Allastaðni fær hon høvi at síggja stovnar innan eldraøkið, eins og hon fær kunning um, hvussu tær ymisku kommunurnar skipa sín eldrapolitikk.

Tey, sum hava fyrireikað Føroyaferðina hjá danska ráðharranum, hava kanska ikki hildið tað verið nóg áhugavert hjá Thyru Frank,  at hitt umboð fyri Landsfelag Pensjónista. Ella kanska hevur Almannamálaráðið bara gloymt Landsfelag Pensjónista.  

Landsfelag Pensjónista hevur annars stungið ein føroyskan eldrapolitikk út í kortið.

Vónandi eydnast tað okkum eina aðru ferð at greiða frá eldrapolitikki Landsfelag Pensjónista, tá danskur ráðharri við eldramálum kemur hendavegin, og tann nýggja pensjónsnýskipanin frá 1. januar 2020 er farin at virka.

 

Beate L. Samuelsen, forkv.

Landsfelag Pensjónista

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torrasýning á Stongunum
Listaframsýning á gamla Seglhúsinum
Wenzel Nordic Cup 2026 verður størsta ho…
Torrasýning í gamla Seglhúsinum
Torra-listaframsýning í Varpinum
Upphav kring landið
Gongur móti ljósari tíðum
Nógvir KÍ-leikarar á lands­liðnum
Nú skulu stóru sløgini standa
Theresa hugleiðir um ferða­vinnu­dagin
Hugnakvøld í Skálanum
Eitt uppercut til Kringvarpið!
Vinstri og Sambands­flokku­rin: Fíggja Suð…
Torraskráin mánadagin
Mjølnir kvinnur eru tryggjaðar FM finalu…
Eyðun Nolsøe á Summar Festivalin
Eftirlýsing: Hesir lutaseðlavinnarar­nir…
Slógu pott og tunnu í Dansistovuni
KÍ vann 1-0 í Sørvági
Listaframsýn­ingar á Torradøgunum
Lýsing