Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ótroyttiligi Zacharias Hammer aftur aktuellur

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.02.2019 - 16:19 Mentan Tíðindi

Hann hevur ríkað okkum í fleiri áratíggju. Líka frá grulvistøðinum hjá Sjónvarpi Føroya í 1980’unum gjørdi hann professionellar barnasendingar, og seinni eru tað uppaftur meira professionellu dokumentararnir, sum eru vorðnir hansara vørumerki.

Tað undrar, at Zacharias Hammer ikki hevur fingið nakra mentanarheiðursløn ella líknandi viðurkenning fyri síni mentanarligu avrik ígjøgnum fýra áratíggju. Og tað er heldur ikki ein tílík viðurkenning, sum drívur verkið, men heldur ein eldhugi og nærlagni saman við einum stórum áhuga fyri fiskivinnuna.

Tað prógvar Zacharias við dokumentarfilminum Línumenn, ið verður vístur hvørt gerandiskvøld í Torravikuni í Atlantis í Klaksvík.

Filmurin vísir millum annað arbeiðsdagin hjá føroyskum sjómonnum á Flemish Cap, og fleiri av filmatiseraðu vinklunum eru ótrúligir. Umfrant samrøður er eisini hópin av gomlum myndum av sjómonnum, reiðskapi og umstøðunum umborð.

Filmurin verður sýndur mánakvøldið 18. til fríggjakvøldið 22. februar, øll kvøld kl. 20-22, og eitt atgongumerki kostar 150 krónur.

 Sí brot her.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…