Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskivinnupolitiskur toppfundur á Torradøgunum

SKRIVAÐ: Beinta Løwe og Jón Brian Hvidtfeldt  |  20.02.2019 - 09:27 Mentan Politikkur Tíðindi Vinna

Hvussu hilnast fiskivinnunýskipanin, hvat liggur á láni og hvat skal broytast? Allir poltisku flokkar eru við í stóra, almenna kjakfundinum á Torradøgunum í Klaksvík

Lógin um fyrisiting av sjófeingi kom í gildi 1. januar í fjør, og fiskivinnunýskipanin hevur harvið sítt fyrsta ár á baki. Men hvussu hilnast fiskivinnunýskipanin? Allir flokkar á løgtingi geva sítt boð uppá, hvat riggar og hvat ikki riggar við nýskipanini?

Menningarkvoturnar hava verið nógv umrøddar, og vit kjakast um, hvussu hesin nýggi leisturin roynist. Eitt nýtt lógaruppskot um veiðugjøld er á veg í løgtingið, og eisini tað verður á breddanum á kjakfundinum. Spurt verður millum annað, hvussu tilfeingisrentan skal krevjast inn, og hvør skal gjalda fyri rættin at fiska.

Tvær ferðir er skiftið frá eini fiskidagaskipan til eina kvoturskipan útsett. Nú stendur í lógini, at trolarar í bólki-2 og línuskipini í bólki-3 skulu fara yvir til eina kvoturskipan á nýggjárinum. Men hvat siga politisku flokkarnir til hetta skiftið?

Løgtingsval stendur fyri framman, men hvørja fiskivinnupolitiska kós ætla flokkarnir at seta út í kortið eftir valið?

 

Luttakarar 

Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin

Høgni Hoydal, Tjóðveldi

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin

Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin

Poul Michelsen, Framsókn

Jógvan Skorheim, Sjálvstýri

Bill Justinussen, Miðflokkurin

 

Vertir: 

Beinta Løwe

Jón Brian Hvidtfeldt

 

Kringvarpið skipar fyri fiskivinnupolitiska kjakfundinum,, sum er partur av Torradøgunum í Klaksvík. Fundurin er almennur og verður hildin í Miðhøllini í skúlanum á Skúlatrøð, mikukvøldið 20. februar klokkan 19. Fundurin verður sendur beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi.

Hvar: Miðhøllin í skúlanum á Skúlatrøð

Nær: Mikukvøldið 20. februar kl. 19

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…