Lýsing
Lýsing
Lýsing
Durita Poulsen

Etur tú eftir klokkuni, tankakenslunum ella lurtar tú eftir kropsteknum?

SKRIVAÐ: Durita Poulsen  |  21.02.2019 - 15:11 Bloggur Mentan

Í grundini eri eg yvirornað ímóti kostætlanum og annað sum hevur strangar avmarkingar, tí let’s face it, riggar ein kostætlan í longdini? Eg meini at man heldur millum annað kann læra seg at kenna kropstekini, sum fortelja frá svongd og mettheit, hvønn týdning tankakenslurnar hava og kanska fáa sær grundleggjandi vitan um kost um hetta er manglandi, fyri at skilja hvønn týdning kostur hevur fyri kroppin. Nemmari sagt enn gjørt, eg veit, men hví er tað so ?

Nær vit eta, hvussu nógv vit eta og nær vit eta aftur eftir eina máltíð, er ein innviklað tilgongd stýrd av fysiologiskum, psykologiskum og sosialum orsøkum og eisini grundin til at kostætlanir typiskt ikki blíva til eina succes.

 

Vit eta eftir klokkuni

Vit eru voksin upp við, at tann mest umráðandi máltíðin á degnum er morgunmaturin. Ein av høvuðs orsøkunum er, at eftir eina langa nátt skal kroppurin hava tilført orku og fáa blóðsukurjavnvágina stabiliseraða, ið samstundis er við til at betra um evnini til at hugsa og savna seg um eitthvørt tá ein skal fylgja við í skúlanum ella á arbeiðsplássinum. So klokkan 07.00, ella í fartinum ávegis út ígjøgnum hurðina verður okkurt skunda niðurum, og enntá kanska uttan at man fær smakkin í munnin, tí tað skal ganga so skjótt fyri seg. Og so blívur klokkan 12.00, tá er tíð til eina millummáltíðarpausu. Seinni aftur er nátturi, og oftast um somu tíð hjá hvørjum húski, tí vanar eru so deiliga praktisk hjálp til ein meiri skipaðan dagligdag, í teimum ofta hektisku døgunum. Sum eitt bonus, sleppa vit frá at hugsa ov mikið tá vit hava inngrivnar vanar – hetta hevur bæði positivtar og negativtar fylgir.

 

Tankakenslur og matur

Summi eru stýrd av at eta við kenslunum. Tað kann bæði vera tey sum yvireting fyri at lempa óbehag av kenslum, og tey sum missa matarlystin av somu orsøk. Kenslurnar sum lempast við mati kunnu vera; vreiði, angist, stress, einsemi ella keðsemi. Yvireting verður ofta brúkt sum ein stuttskygt hjálp, men sum ikki er haldbar í longdini og við negativum fylgjum. Mong føla seg illa og skammast eftir yvireting og óndi sirkulin forsetur av somu orsøk. Kenslurinar kunnu tískil taka yvirhond og ikki rationaliteturin ella tey kropsligu tekini, sum vísa á náttúrligu svong- og mettheitskensluna. Tað eru eisini tey ið yvireta fyri at gleða vertin og vera tikin við stemninginum, so sum til føðingardagar og annað í fylgir við ’hygge kulturinum’, ella tann ið hevur tað stríggið við góðgætið, har tað antin blívur sett forboð frá at eta tað, ella har ongin mørk vera sett.

 

Kropstekin - svong og mettheit

Tá vit eru svong og mett sendir heilin boð um hetta via hormonir. Tá vit eru sera svong merkja vit kenslu av óbehag. Vit vita, at nú er tíð til at eta, tí hetta er ein sterk náttúrlig kropskensla. Onkuntíð verður steðga nattúrligt og onkuntíð til ein er yvirmettur. Sjúkur, kropsvekt, matvanar og tankakenslur kunnu hava ávirkan á, hví summi ikki merkja mettheit á sama hátt sum onnur, men felags er, at tá vit eta fer kenslan av svong so líðandi vekk.

 

Annað sum spælir inn tá talan er um nær og hvussu nógv vit eta, er eisini hvat vit eru von við at koyra uppá tallerkin og hvat vit vanliga seta í samband við at vera mett. Tað er sostatt eisini sosialar orsøkir so sum uppvøkstur ið setur sín dám á okkara matvanar, og hesir vanar kunnu samstundis vera ein forðing fyri, at man gevur sær lov til at merkja eftir og er varhugin við, hvussu nógv skal til, áðrenn kropstekini fortelja at nú er okey.

 

 

Nýtir tú matin ?

Boðskapurin við innlegginum er, at um vit brúka eina svarta og hvíta tankagongd í samband við lívstíl og kost, kann tað vera sera óheppin, tí tað eru nógvir faktorar í spæla inn. Omanfyri eru bara nøkur fá yvirornaði dømir nevnd. Fyri at koma nærmari einum ’góðum’ heilsujavnvági, hervið sagt at ikki seta sær forboð og heldur fokuserað uppá mongdir, kann man við fyrimun droppa kostætlanir, slappa meir av og brúka sunnan fornuft og innarbeiða betri vanar. 

 

Við øðrum orðum, er ikki neyðugt at eta morgunmat um tú ikki merkir svongd. Veist tú, at svongdin kemur typiskt aftaná tú hevur verið uppi í ein tíma, er eitt gott ráð at eta eitt sindur áðrenn man fer útum hurðin fyri at fyribyrgja ekstrema svongd, tí tað er her man nemt yviretir. Eisini hava vit øll nokk prøva at etið nátturan, tí nú er nátturatíð, sjálvt um man kortsíðani fekk sær ábit aðrastaðni, at etið við kenslunum meir enn at lurta eftir kroppinum ella mist matarlystin av nervøsiteti, men í stuttum kann tað gagnast einum, at gera seg meiri varhugan við, at eta eftir kropstekinum ið sigur frá svongd og mettheit. Nøkur praktisk ráð kunnu vera; at eta seint ella seinni, ’smakka’ og nyta matin meir, at vera í nú’inum og gev kroppinum tíð til at siga frá nær ein er mettur, tí um vit eta ov skjótt geva vit ikki kroppinum góða tíð til at siga frá, og tá eru vit kanska longu yvirmett.

 

Sum eina viðmerking kann eg nevna, at um ein ynskir at tapa seg, er tað í stuttum mongdin sum er umráðandi og ikki hvat tú etur – also groft sagt. Men at eta yvirornað føðslugott er sjálvandi umráðandi, skal nevnast í sama viðfangi, av ymiskum øðrum orsøkum fyri at føla vælveru og fyribyrgja sjúku, sum nokk verður umrøtt í øðrum blogginnslagið.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Lýsing
Bloggarin
Durita Poulsen
Cand. Mag & PBA í føðslu og heilsu

Durita Poulsen hevur eina bachelor í heilsu & føðslu og kandidatútbúgving í læring og menningartilgongdir frá Aalborg Universitet. Hon hevur búð í Keypmannahavn síðani 2012.  

Durita hevur stóran áhuga í heilsu og vælveru hugtakinum, og fer at umrøða heilsu út frá einum breiðum perspektivið ella tað vit kenna sum; fysisk-, psykisk- og sosial heilsa.

Tískil verður kostur og rørsla umrøtt, men eisini hin síðan, at vit skulu minnast til at eingin er perfekt, at droppa ’alt ella einki’ mentalitetin og at hugleiga um tankameldur og annað ið kemur við heilsurákinum.

 

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Nýggjur bygningur til Fróðskaparsetrið
Skotiđ viđ Magnus Jørmundsson
Nú kemur umstrídda lógaruppskotið
Pál Weihe í Sandvágs kirkju
Sløkkja ljósini í ein tíma
Hotel Hafnia og Hotel Brandan hava gjørt…
Peningastov­nar gera mismun á fólki
Norðlýsið á gøtuni
Magni Christiansen konsert á Eiði
Nýggj vísindagrein í Ocean Engineering
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Dýrari tunlar enn neyðugt
Magnus Jørmundsson vitjar Skotið
Heilsuhjálpara­felag Føroya
Nær síggjast úrslit av allari ferðing­ini…
Jógvan Fríðriksson, bispur, prestur til…
Brúkar tú blinkaran?
Fíggjarlógar­arbeiðið úr einum javnstøðus…
Tøkk - Maria Sofía Skærtóra Viðoy
Fimleikafagnaður: Myndarøð partur 5