Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Tæna fjølmiðlarnir demokratinum, ella stýra teir fólkaræðinum?

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  02.03.2019 - 16:40 Bloggur Politikkur

Í kappingini eftir at vera fyrst við gølum og eggjandi tíðindum, eru fjølmiðlarnir við til at hevja fólk upp, sum mangan lítið og onki annað hava at bjóða, uttan tað, at tey duga at vekja áhugan hjá fjølmiðlunum, og staðfesta orðafellið ið sigur at: Tómar tunnur buldra mest!

Aðaldømi í hesum førum má vera núverðandi amerikanski forsetin, sum nú situr í hægsta embætinum í USA, hóast hann ongar royndir hevur í politikki, og hvørs einasta kvalifikatión til starvið var at hann hevur verið ein ”reality stjórna”, við nógvum falitbúgvum aftanfyri seg, og varð endurreistur av ivasomum russiskum kapitali.

Hann væntaði ikki sjálvur at hann fór at gerast forseti, men nýtti valdystin til at promovera sítt virksemi og sín egna persón. Tað eydnaðist honum í ovurmát, tí hann dugdi at nýta fjølmiðlarnar, sum hann jú var kunnugur við, og tí at fjølmiðlanir bóru hann á lógvum í meira enn eitt ár. Uttan mun til, um hann mangan toygdi sannleikan til ytstu mørk, so fekk hann fremsta pláss á skýggjunum og fyrstu síðuni í bløðunum. Og, fjølmiðlarnir bóru hann inn í Hvítu Húsini.

Nú kemur ein fyrrverðandi brotsmaður (hann hevur sitið sín dóm!) og ætlar sær inn á danska fólkatingið.  Hann hevur lagt skuld eftir seg fyri einar 160 milliónir krónur, skyldar fleiri milliónir í skatti, samstundis sum hann býr í einari íbúð til 58 milliónir krónur.  Hann hevur rænt sín politiska boðskap frá ymiskum flokkum, og tosar um erligheit og reiðiligheit í politikki! Men, hann dugir handverkið at nýta fjølmiðlarnar, og tað hevur eydnast honum í ovurmáti! Hann er sloppin frammat allastaðni, og fingið ókeypis umrøðu fyri milliónir. Og hvør veit, kanska hava fjølmiðlarnir slætta vegin fyri honum beinleiðis inn í fólkatingið?

Í eina tíð hevur ein annar fólkatingskandidatur herselerað í donsku fjølmiðlunum, hvørs einasta mið er at vera meira høgravend en tey mest høgravendu, og at gera Frk. Støjbjerg, sum annars er kend sum alt annað enn útlendingavinarlig, til ein sannan útlendingavin. Talan er sjálvandi um Pernille Vermund, ið bara  nýtist at geispa, so eru fjølmiðlanir algoystir og til reiðar at geva henni fremsta pláss, og kanska eisini sess í fólkatinginum.

Trý fók, sum hava tað til felags, at tey hava lítið og onki at siga, men sum til fullnar eru meistarar í at nýta fjølmiðlarnar, og hava pening aftanfyri seg.

Nú er tað sjálvandi ikki uppgávan hjá fjølmiðlunum at tega fólk burtur. Fjølmiðlanir skulu út at trola eftir tíðindum hvønn dag, og eiga at hava nøs fyri hvat ið eru tíðindir ella ikki. Men, onkusvegna tykist tað at vera ein viðvendur heimur, tá tómar tunnur eru høvuðstíðindi, meðan vanlig skilafólk, vanlig djúpthugsandi fólk onkursvegna ikki sleppa frammat, ella verða  hoyrd, bara tí at tey eru friðarlig ella ókend.

Tað fyrikemur mær stundum eins og fjølmiðlarnir í dag hava vent heiminum upp og niður, við at dýrka tey sum buldra mest, og við at leita eftir gølum har ongar gølur eru. Og, við at geva fólki ta fatan, at bara tú ert kendur, so er tín meining tíggju ferðir meira verd enn meiningin hjá teimum, sum ikki eru kend í fjølmiðlunum.

Tað gav at bíta!  Ein donsk útvarpssending hevur einaferð um vikuna eitt panel av serfrøðingum í morgunsendingini, sum ummæla hendingar í vikuni ið fór, og yvirskriftirnar í bløðunum tann dagin. Hendan dagin vóru eisini trýggjir ummælarar, tann eini hevði kvalifiserað seg, tí hon hevði vunnið danmarksmeistaraheitið í køkubaking!

Kanska er hon eitt skilafólk – men, er eitt danmarksmeistaraheitið í køkubaking ein kvalifikatión til at geva eina kvalifiseraða umrøðu at tíðindunum í vikuni, sum fór. Eg gitið at hon varð vald í panelið, tí hon var vorðin kend sum bakikvinna. Onki ilt um tað, hon skal vissuliga ikki halda gák, bara tí hon er vorðin danmarksmeistari í køkubaking. Men, tað finnast túsundtals aðrir skilagóðir danir, sum ikki hava vunnið nakað danmarksmeistaraheitið, ella sum heldur ikki  hava haft mynd av sær á nakrari forsíðu – tey eru, ikki býttari fyri tað! Og teirra áskoðanir eru ikki minni verdar fyri tað!

Kanska skuldi føroyingar skipa fyri einum meistraheiti í vambaskoling, og síðani valt framtíðar valevnir millum vinnarnar har!?

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
1. deild kvinnur: Mjølnir spælir finalu…
Fráfaringarguds­tænasta í Christianskirkj…
Framsýning hjá Kvøldskúla­num og Handarbe…
Norðoya Gongufelag: Túr í Føgrulíð í mor…
Morten Messerschmidt til Føroyar at hald…
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni