Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bindibloggan - Elin Lindenskov "Eg fylgi rákinum"

SKRIVAÐ: Elin Lindenskov  |  07.03.2019 - 15:31 Mentan Myndarøð Tíðindi

Bindibloggan - Elin Lindenskov "Eg fylgi rákinum" Eg eri farin við rákinum. Eg ætli mær at brúka tað, sum eg eigi, áðrenn eg keypi nýtt tógv.

Eg eigi nógv tógv. Og nógv ymisk sløg. Tað mesta er ull og bummull. Okkurt er silki, lín og blandingar av fleiri sløgum. Eg eigi næstan einki tógv í acryl, polyester, polamid, nylon ella øðrum plastiktógvi. Tí mær dámar ikki at binda við plastiktógvið, hóast eg væl veit, at tað í summum førum styrkir tráin, um eitt sindur av nylonl er í - eitt nú í sokkatógvið. Tað ringasta við plastiktógvið og klæðum gjørd úr hesum tógvið er, at tá vit vaska tað, útloysir tað mikroplast, sum fer við frárenslinum út á sjógv. Tí havi eg valt at brúka minst møguligt av tógvið, sum er framleitt úr olju ella platiktilfari.

Eg havi rudda og skilt tógvið, so nú er lættari at fara í gongd. Tað mesta tógvið er ullint frá teimum føroysku tógvmerkjunum. Eg havi eitt-, tvey- og trýtráða, í ymsum litum. So eigi eg nokk so nógv bummullstógv.

Endamálið við ruddingini hesaferð var, at kanna hvussu nógv tógv, eg eigi, og hvat slag  tað er. Eg hugnaði mær í tilgongdini, hvørt noða hevur sína søgu. Okkurt er rest av onkrum gomlum plaggi. Okkurt, sum var ætla til ávíst endamál, men ongantíð bleiv tit tað. Okkurt minnist eg nær, og hvar eg keypti tað,  og hvør avgreiddi meg í handlinum. Eg minnist eisini onkra samrøðu ella hvørjum eg møtti í handlinum, tá eg keypti tógvið.

Í tilgongdini koma nógvir taknar fram, um alt møguligt. Og so øll hugskotini sum floymdu inn yvir meg, um hvat eg skal brúka tógvið til. Eg neyt løtuna. Hesaferð gjørdi eg mær eina ætlan, um hvat tógvið skal brúkast til. Ikki alt, men nógv av tí.

Eg byrjaði beinanvegin, at binda úr tí ullinta, sum eg havi mest av. Tað skal bindast til eitt teppi úr fýrakantum í ymiskum litum. Eg valdi at binda á stokkum nr. 6 og við trý tráðaðum tógvið. Eg valdi trýtráðað, tí tað er skjótt at binda - og so fái eg brúkt næsta alt tað ullinta tógvið. Eg bindi við fleiri tráðum í senn, fyri at fáa alt í somu tjúgd. Eg blandi eisini litirnar saman.

Bummullstógvið ætli eg at binda ella hekla lappar, handklæði, vatttottar og møguliga okkurt annað úr.

Ein onnur ætlan er, at brúka tógv úr tógvgoymslumi til nakrar lampuskermar, sum hava ligið leingi og bíða eftir mær. Eg havi hugsað nógv um, hvussu og hvat eg skal binda uppá skermarnar. Ella um eg skal gera okkurt heilt annað við teir.

So sá eg ein so flottan lampuskerm, sum Karin starvsfelagið mín, hevði gjørt úr ymiskum tógvrestum. Eg tók hugskotið til mín, men visti ikki rættuliga, um eg átti tógv í røttum litum. Nú havi eg valt tógvið til skermanar. Tógvið er av ymiskum slagi og í ymsum litum. Tað góða við at brúka tógvið til lampuskermar er, at eg kann brúka alt slag av tógvið, tí skermanir verða ikki vaskaðir. Tað vil siga, tað fer einki mikroplast á sjógv við vaskingini.

Eg havi nógvar aðrar ætlanir, um hvat eg skal brúka tógvið til. Eg havi tógv til minst eitt ársbrúk, so tað ræður um ikki at freistast, tá eg renni meg í spennandi tógv.

Góða eyðnu við bindifestivalinum 2019

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla
Skráin fyri Jóla­skipið
Eyðgunn fann 1 mió. krónur til Varpið
Flutningur er frælsi
Javnleikur 3-3 forðar grøna orkuskiftinu…
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…
Varpið fær 1.000.000 krónur
Fiskeribladet: - Bíðað verður eftir at r…
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…