VØRN: Megnað ikki at umsita “rættiliga stóru broytingarnar" í lóg um sjófeingi
Í sera atfinningarsomum hoyringsskrivið til Løgtingsins vinnunevnd skrivar Vørn at Fiskiveiðueftirlitið er als ikki klárt at umsita ætlaðu broytingarnar sum Fiskimálaráðið ætlar at fremja við lóg. Vørn skrivar m.a.: ….Tað fer at krevja eina umlegging av KT-skipanini hjá Vørn at halda skil á fiskiorkuni, tí í dag er alt skrásett á tað einkulta farið. Tað fer sostatt heldur ikki longur at bera til at rokna fiskidagar hjá tí einkulta farinum, men skal Vørn nú rokna fiskidagar av sjálvum loyvinum, sum kann vera fiskað av fleiri ymiskum fiskiførum. …”
Tann 13. februar 2019, sendir Vørn eitt sera hvast orðað hoyringarskriv:
Ætlanin er at broyta §§ 75-79 í lógini, soleiðis at rætturin at fiska í fiskidagaskipani verður loystur frá ávísa fiskifarinum, og at rættindahavarin sjálvur skal kunna gera av, hvat fyri fiskifar, han nýtir at fiska sínar dagar við.
Vørn skal í fyrstu atløgu vísa á, at hetta er ein rættilig stór broyting av fiskidagaskipanini. Tað fer at krevja eina umlegging av KT-skipanini hjá Vørn at halda skil á fiskiorkuni, tí í dag er alt skrásett á tað einkulta farið. Tað fer sostatt heldur ikki longur at bera til at rokna fiskidagar hjá tí einkulta farinum, men skal Vørn nú rokna fiskidagar av sjálvum loyvinum, sum kann vera fiskað av fleiri ymiskum fiskiførum.
§ 75 vísur til tal av fiskiloyvum, sum rættindahavari hevði rætt til. Vørn metir at sami trupulleiki, sum víst varð til um § 73, stk. 2 omanfyri, kann gera seg galdandi her. Nær skal rættindahavarin hava havt rætt til fiskiloyvi? Um eitt fiskifar var selt í fiskidagaskipanini við fiskiloyvi eru 2 rættindahavarir, sum høvdu rætt til fiskiloyvi í 2018 til sama fiskifar. Um ein rættindahavari t.d. hevur átt 5 fiskifør í fiskidagaskipanini í 2018, men nú einans eigur eitt, hevur hann so enn rætt til 5 fiskiloyvi í 2019?
§ 77 umhandlar fiskiorku. Vørn skal í fyrstu atløgu gera vart við at núverandi kunngerð um fiskiorku ikki er tíðarhóskandi og er tað alneyðugt at lýsa eina nýggja kunngerð skjótast gjørligt. Vørn skal í næstu atløgu viðmerkja, at sum núverandi kunngerð um flyting av fiskiloyvum í bólki 5 er orðað, so skulu skrásettir upplýsingar nýtast, tá fiskiloyvi skulu flytast. Sjóvinnustýrið hevur gjørt Vørn varugt við at skrásetta støddin fyri smábátar í bólki 5 er ikki eftirfarandi. Mannagongdin, sum Vørn hevur skilt tað, er tann, at umsøkjari sjálvur upplýsir mátini á bátinum, ið skal skrásetast. Tað verður ikki eftirkannað, um upplýsingarnar eru rættar. Tí hevur Sjóvinnustýrið frámælt Vørn at nýta hesar upplýsingar at rokna fiskiorku. Vørn hevur kunnað Fiskimálaráðið um hetta, og víst á, at Vørn ikki loyvir flyting av fiskiloyvum í bólki 5, uttan so, at góðkent málibræv fyriliggur. Hetta kann tó vera ein dýr loysn, ið møguliga ikki stendur mát við endamálið í lógini. Vørn metir tó hetta verða einasti mátin at tryggja, at upplýstu mátini eru røtt. Tí skal Vørn heita á Fiskimálaráðið at hava hetta í huga, nú tá broytingar verða gjørdar á økinum.
§§ 77-78 nevna avhending og flyting av fiskidøgum.
Vørn metir tað vera óheppið, at lógin ikki nágreinar, hvat munurin er á hesum. Tað er serliga óheppið, tá § 78, stk. 1, 1 pkt. nevnir “avhending” og 3. pkt. nevnir “flyting”. Sostatt tykist tað vera møguligt at avhenda frá farið við framtøkumegi minni enn 500 HK til far við størri framtøkumegi enn 500 HK, men ikki at flyta. Sami trupulleiki kann stinga seg upp við § 78, stk. 3, sum ásetur at fiskidagar kunnu avhendast millum bólkarnar, tá 3 mðr eru eftir av árinum. Spurningurin er so, um tað er møguligt at “flyta” dagar áðrenn ella aftaná 3 mðr.- grensuna? Hetta er ikki nóg greitt. Vørn skal tí mæla til, at heitini “avhending” og “flyting” vera nýtt meira reglufast. Vørn kann viðmerkja, at Vørn er av tí kláru fatan, at avhending er millum rættindahavarir og flyting er millum fiskiloyvi.
Vørn skal vísa á, at § 79 og § 43 ikki eru í samsvar. Sambært § 43 kunnu fiskidagar í bólki 4 latnir sbrt. §§ 73-74 ikki avhendast, men sbrt. § 79 kunnu teir avhendast. Vørn skal mæla til, at gildiskoman fyri § 43 verður útsett til 1. januar 2020. ……
Sí alt skrivið her PDF