Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jan Ziskasen gloppaði hurðina inn í framtíðina

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  13.03.2019 - 13:22 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Vinnutíðindi:

Áhugaverdur VLR-netverksfundur

fyriskipaður av  Føroya Tele

Millum 60 og 70 fólk úr vinnulívinum møttu á Spinnarínum mikumorgunin, sum Føroya Tele hevði bjóðað inn til saman við Vinnulívsráðnum í Klaksvík.

Tað var Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, sum hevði  framløgu, har hann fór aftur í søguna frá 1906, fram til nútíðina og síðani førdi hann hann hegnisliga fundarfólkið út í  eina tøkniliga framtíð, har hann eisini vísti á, hvussu skjótt broytingarnar ídag ganga.

 

Greitt var frá, hvussu umráðandi tað er, at allir partar tøkniliga fylgja við menningini, hvussu mangir tættir verða ávirkaðir av menningini, og hvussu tann, sum ikki fylgir við, hvør á sínum øki kann rokna við, at hann dettur niður ímillum, bæði vinnuliga, handilsliga og á nýhugsan annars.

 

Víst varð eisini á, hvussu skjótt menningin gongur og hvussu nógv skjótari hon fer at ganga. Tað, sum er óhugsandi ídag, verður longu veruleiki í tjúgunum .

 

Tøkniliga rákið

Tá hann var liðugur við framløguna, sum eisini innibar nógvar tekniskar upplýsingar, vórðu onkrir spurningar settir, sum Jan svaraði.

 

Hetta vísir eisini at vinnan, hvør hon so er og ikki minst inn-, útflutnings- og handilsvinnan, verður noydd at gera uppstrammingar og at fylgt verður tøkniliga við rákinum.

 

Netverksfundurin byrjaði við morgunmati kl. 9,30 sum Føroya Tele hevði bjóðað og endaði um middagleitið.

 

Ein komandi Netverksfundur, sum Vinnulívsráðið skipar fyri, verður helst seinast í apríl mánaði saman við Íverksetarahúsinum.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…