Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Ynskja føroyingar ikki eitt gott heilsu- og almannaverk!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  20.03.2019 - 13:55 Bloggur Politikkur

Sambært veljarakanningum eru føroysku veljarnir snaraðir til høgru. Fólkaflokkurin sigst at verða stóri vinnarin, og fólkaflokkurin hevur eittans høvuðsendamál, sum er at minka um skattir og avgjøld, og tí er flokkurin ein hóttan  móti tyngstu skatta- og avgjaldspostunum í føroyska búskapinum, sum eru heilsu- og almannaverkið.

Nú meti eg persónlig, at tey sum í løtuni  stimbra tølini hjá høgravonginum, serliga fólkaflokkinum, eru tjóðveldisfólk ið eru misnøgd við fiskivinnupolitikkin hjá sitandi samgongu. Hesi misnøgdu fólkini kunnu ikki venda sær til hin heldur meira moderata sambandsflokkin, ti hesin flokkurin er ímóti loysingarhugsjónini.

Men, somu fólkini fáa annað latín at lesa, um fólkaflokkurin veruliga fær valdið, tí fólkaflokksleiðslan unnir ikki tí almenna lortin undan neglunum. Kemur flokkurin til valdið, so verða aftur nøkur umfør av skatta- og avgjaldslættum, vi teimum fylgjum, at heilsu- og almannaverkið bløðir út.

Tað er onki at ivast í, at leiðslan í fólkaflokkinum droymir um onkra skipan við privatari trygging, har virkir og einstaklingar, eins og í USA, gerast høvuðrík av at tryggja sjúklingar, við gjøldum so høgum, at mong mugu velja tey frá, og tí koma í størstu neyð tá heilsan fer at bila, og tey mest hava brúk fyri solidarisku skipanini.

Norðurlendsku heilsu- og almannaverkini eru grundaði á solidariska fígging, og eru ein fyrinmynd fyri allan heimin (USA undantikið, sjálvandi!). Høgravendar stjórnir hava roynt at má burturav skipanini við at privatiserað partar av verkinum, soleiðis at einstaklingar kunnu ríka seg av privatiseringini, og síðandi leita sær í skattaskjól (serliga í Svøríki). Tað er kortini onki ið bendir á, at tær privatu tænasturnar eru so nógv betur ella bíligari enn tær almennu – heldur hinvegin!

Men, tjóðveldisavhoppararnir eiga at gera sær greitt, at hettar verður gongda leiðin í Føroyum um skatta- og avgjaldahataraflokkurin sleppur frammat valdinum. So verður so við og við máað burturav solidarisku skipanini, og við tað at Føroyar eru eitt so lítið land, verða privatar heilsu- og almannatryggingar ovurdýrar – so dýrar, at vanligi løntakarin als ongan møguleika fer at hava fyri at gjalda tær.

 

Nú er tað soleiðis í Føroyum, at tað bara eru tey fæstu, ið eru limir av , ella sum, velja ein flokk, tí tey veruliga eru sannførd um politisku kósina hjá flokkinum. Fólk velja í ein stóran mun flokkarnar av gomlum vana, orsaka av familju- ella  lokalpolitiskum áhugum, ella orsaka  av átrúnarligum og ítróttarligum vinarlagi. Og tí kunnu politikarnir siga hvat teir vilja, tey verða vald kortini.

Almanna- og heilsuverkið hevur tað ikki gott í løtuni – tað táttar í allastaðni, og politikarnir eru gávumildir í orðum, men ikki í verki.  Og tað verður verri enn, um skattalættanarflokkanir fáa valdið. Tá kunnu tit bara gera ein loftbrúgv til Danmarkar við sjúklingum, avlamnum og øðrum minni mentum.  Spurningurin er bara, hvør skal gjalda ferðaseðilin og uppihaldið? Og tit kunnu steingja helvtina av sjúkrahúsplássunum, og leiga tey út til AirBnB í staðin.

Tað er ikki so løgið, at formaðurin í stórsta fakfelagnum í Føroyum óttast eitt vaktarskifti í Tinganesi. Tí um vágadrongurin fær sín vilja, at vanligi løntakarin ikki skal gjalda meira enn 30% í skatti, og restin tað sama, so verður onki eftir til solidarisku gjaldsskipanina.

So noyðast limirnir í verkamannafeløgnum í staðin, at gjalda til privatar tryggingar, sum kunnu gerast munandi dýrari fyri hin einstaka (og serliga húski) enn ein møguligur skattalætti. Tað verður í øllum førum, ein høgur prísur hjá tjóðveldisveljarum, at gjalda fyri møguliga ónøgd við fiskivinnupolitikkin hjá sitandi samgongu.

Nakað annað er so tað, um solidaritetur, samhaldsfesti, veruliga er partur av føroysku fólkahugsjónini. Kanska eru føroyingar, sum fólk flest, bara egoistar, ið einans ynskja at syrgja fyri sær og sínum, so má restin syrgja fyri seg. Men, prísurin fyri sjálvsøknu leiðina er høgur í krónum og oyrum fyri hin einstaka.

Í landinum sum sigur seg hava flest trúgvandi og flest kirkjugangarar, USA, er tað nærmast synd at gjalda skatt fyri at hjálpa øðrum. Eg veit ikki um tann hugsjónin eisini spøkir onkustaðnis í kristnu Føroyum. Men, hendan hugsjónin er lítið virðilig og enn minni kristilig, tí sambært manninum úr Galilea, er tað heilagasta skylda okkara, at taka okkum av meðmenniskjum okkara. Og tað stendur ongastaðnis, at tað er skeivt at lyfta byrðuna í felag – ella, at geva kaisarinum tað ið kaisarans er!

 

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Fantastiskt Requiem í Varpinum skírisdag
Jákup B. Andreasen kann skjótt blíva klá…
Requiem í Varpinum skírisdag
Ein heimskendur hándverkari! 
Framsýning á Viðareiði á páskum - Undir…
Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í B…
Áhugaverdur djóragarður í Kunoy
Aðalfundir og lagnusøgur á Krígssavninum
Meistarar og lærisvei­nar í Gøtu
Fyrsta Reyða Kross Summarlegan
Pengar fyri bøtur úr Føroyum eiga at far…
Klaksvík kosið millum vakrastu býir í he…
Mass Hoydal leiðari fyri Visit Runavík
Svimji­høllin um Páska­høgtíðina
Frá Melodi Grand Prix til FríðuTónar
Hiddenfjord fingið altjóða góðkenning fy…
Stór ungdóms­páskastevna í Havn um vikusk…
Uni Holm Johannsen: - Tann fyrsta breið…
Stór listaframsýning við Løkin
Grundøki til sølu Undir Gerðhamri í Hvan…