Lýsing
Lýsing
Lýsing

Set ongan eftir

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  21.03.2019 - 10:17 Tíðindaskriv

Í dag, 21. mars, er altjóða Down Syndrom dagur. Javni og føroyski Down Syndrom bólkurin bjóða í hesum sambandi øllum til eina hugnaliga løtu á Reinsaríðnum í Havn millum klokkan 16 og 18.30. Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, fer at siga nøkur orð, og klovnurin BUBU kemur á gátt. Vit bjóða ein drekkamunn og okkurt gott afturvið – og vit vóna at NÓGV fólk koma framvið.

Nú er tað næstan blivin siðvenja hjá okkum at mála neglirnar bláar 21.mars fyri at stuðla degnum. Tað gleðast vit um, og tað fløvar. Aðrastaðni í heiminum fara tey í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við dagin. Hetta er ikki so sjónligt hjá okkum, tí vit hesa ársins tíð eru so væl ílatin. Tí hava vit avgjørt, at bláa neglalakkið skal verða brúkt í staðin fyri - ella afturat - óparaðu litríkum hosunum. Vit vilja við bláa neglalakkinum gera vart við, at fólk við Down Syndromi, eins og øll onnur, eiga rætt til lívið, og hava somu rættindi í samfelagnum sum øll onnur. Og tí fara vit aftur í ár at heita á øll fólk um at smyrja neglirnar við neglalakki sum er BLÁTT J

Í altjóða høpi er slagsetningurin fyri Down syndrom dagin ‘Leave no one behind’ – ‘Set ongan eftir’. Setningurin tekur støði í verðinsmálunum hjá ST frá 2015, har heitt verður á heimsins tjóðir um at seta greið og burðardygg menningarmál fyri komandi árini, sum skulu vera til gagns fyri bæði menniskju og náttúru, soleiðis at vit øll fáa ein betur heim at liva í. Málini venda sær ímóti teimum avbjóðingum vit standa fyri framman, so sum fátækradømi, diskriminering, dálking, friði og rættvísi – bara fyri at nevna nøkur – og málini eru galdandi fyri okkum øll - eingin skal verða settur eftir!

Fólk við Down Syndromi hava somu dreymar sum tú og eg. Ynskja at vera partur av felagsskapinum, vera við í tí sum fyriferst í samfelagnum, dyrka síni áhugamál, ferðast, fáa eina útbúgving, eitt starv, egið heim, hava vinir, ein maka – ynskja at verða vird, hoyrd, ráða sær sjálvum, og liva eitt gott lív. Tey skulu ikki setast eftir.

Tiltakið á Reinsaríðnum er ókeypis, og vit gleða okkum til at fáa nógv fólk á gátt í dag,hósdagin 21. mars millum kl. 16 og 18.30.

 

Skrá

Kl. 16.00            Dagurin verður settur
Kl. 16.15            Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
Kl. 17.00            Bubu vitjar

 

Drekkamunnur, kaka, pizzasniglar og sunkist verður at fáa, og møguleiki verður at mála sær andliti, og at mála sær neglirnar bláar.
Nakrar matstovur og vakurleikastovur lata avsláttur ella serlig tilboð 21. mars til tey, ið hava bláar negl - hygg á teirra síður:

 

Matstovur

Havn: Kafé Kaspar, Steikin, Hvonn, Kaffihúsið.
Runavík: Café Cibo
Klaksvík: Jacqson
Tvøroyri: Glasstovan

 

Vakurleikastovur

Havn: Adore, Stjørnuskotið og Make Up Store
Klaksvík: Avera, Madame
Glyvrar: Divine – Hárfríðkan

Vit takka teimum fyri stuðulin.

 

Um Down Syndrom dagin

21. mars er altjóða Down Syndrom dagur, og eru tann dagin ymisk tiltøk runt um í heiminum, ið hava til endamáls at varpa ljós á og kunna um Down Syndrom. Í 2011 fekk dagurin formliga viðurkenning frá ST.

Tað verður mett at umleið 7 milliónir fólk í heiminum hava Down Syndrom. Eingi tøl eru fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men sum ein tummilsregla verður eitt barn føtt um árið. Down Syndrom skyldast einum eyka kromosomi, oftast kromosom nr. 21, og uppstendur hetta tíðliga í móðurlívi. Ein veit ikki hví hetta kemur fyri. Við rætta stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív eins og øll onnur.

Meira um dagin er at finna á heimasíðuni hjá World Down Syndrom Day 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…
Mjølnir endaði kappingarárið við dupultu…
Myndarøð: KÍ vann 3-0 á B68 í kvøld
Er útslitni vøllurin í Klaksvík orsøk ti…
Nógvir skaðar í tryggum KÍ-sigri
Gamla Seglhúsið ov lítið