Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiskimálaráðið: Menningarkvoturnar verða ikki givnar við beinleiðis støði í lógreglu

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  04.04.2019 - 14:35 Politikkur Tíðindi

Norðlýsið gevur sum miðil lesarum ta fatan, at játtanir til menningarkvotur verða givnar beinleiðis við støði í greiðari lógarreglu, skrivar Fiskimálaráðið m.a. í drúgvum løgfrøðiligum svarið til fjølmiðlakærunevndina, eftir at Norðlýsið fríggjadagin svaraði ákærunum úr fiskimálaráðnum.

 Tann 20. mars fekk Norðlýsið bræv frá Kærustovninum, at løgfrøðingur sum starvast í fiskimálaráðnum hjá landstýrismanninum í Fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, hevur kært grein í Norðlýsinum, sum hevur yvirskriftina; “Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur onga lógarheimild at geva undantaksloyvi”.
 
Síðani svaraði Norðlýsið ákæruni frá fiskimálaráðnum og í morgun kom so hoyringskriv aftur frá fiskimálaráðnum, har ráðið svarar svarskrivinum hjá Norðlýsinum.
 
Fjølmiðlanevndin hevur givið Norðlýsinum fram til 12. apríl 2019 at svara hoyringskrivinum frá Fiskimálaráðnum.
 
Stríð um løgfrøði og orð?
Í hoyringsskrivinum, sum kom frá fiskimálaráðnum í dag, heldur ráðið fast um at Norðlýsið við órøttum og móti betri vitan, skal hava ákært landsstýrismannin og fiskimálaráðið fyri at hava handla ”… í heimildarloysi…”.
 
Í hoyringsskrivinum ger fiskimálaráðið annars greitt at ráðið dámar ikki orðið ”undantaksloyvi” og vil heldur brúka orðingar sum ”….broytingar/tillagingar í konkretum avgerðum….”.
  
Aðalstjórin vil ikki kennast við "undantaksloyvi".
Norðlýsið hevur í fleiri førum fingið innlit í undantaksloyvi í samband við umsitingarligu- og politisku viðgerðina av menningarkvotunum og enntá í samskifti við løgfrøðingin hjá fiskimálaráðnum umtalar løgfrøðingurin nevndu loyvini sum undantaksloyvi. Fyri stuttum bað Norðlýsið so um innlit í øll undantaksloyvi, sum vóru givin í hesum árinum, men eftir at fiskimálaráðið kærdi Norðlýsið ger aðalstjórin greitt í svarskrivið tann 1. apríl, sum er sent okkum frá stjórnarskrivstovuni í Fiskimálaráðnum, at ráðið ikki veit hvat Norðlýsið meinar við. Aðalstjórin, Rógvi Reinert, skrivar soleiðis:
 
….. Fiskimálaráðið skal fyrst av øllum viðmerkja, at tað er ógreitt, hvat tygum meina við, a orðingin undantaksloyvi verður brúkt. Talan er ikki um dispensatión frá reglunum, men um tillagingar/broytingar í avgerðum, ið eru grundaðar á ítøkiligar metingar, har serligar umstøður viðvíkjandi ráðvørutilgongd og -móttøku, hava gjørt seg galdandi ta fyrstu tíðina. Tílíkur fleksibilitetur hevur verið mettur sakligur og viðkomandi til tess at røkka endamálinum við verkætlanum……
 
 
 
Les brævið frá aðalstjóranum HER 
 
 
Umrødda grein, sum kæran snýr seg um, kann lesast HER

Kæran frá fiskimálaráðnum tann 19. mars kann lesast HER

Svarskriv frá Norðlýsinum tann 29. mars kann lesast HER

Svarskriv frá fiskimálaráðnum til fjølmiðlakærunevndina tann 3. apríl, uppá svarskriv frá Norðlýsinum, kann lesast HER

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjóvinnu­flokku­rin á vitjan í Vinnuháskúl…
Mjølnir vann á KÍF í fimmsettara
Suðuroyar­tunnil og pensjónsaldur
Føroyamál hevur aðalfund
75 leikarar kappaðust til Trygd Open 202…
Torra-Konsertin í Varpinum
Harra Løgmaður + 32
Sjálvstýri vil venda skeivu skatta­byrðun…
Veðrið í vikuni
Norðoya Bátafelag hevur aðalfund
Løgmaður svíkir verkafólk
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…