Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landstýrismaðurin í Fiskivinnumálum hevði onga lógarheimild at geva undantaksloyvi

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  18.03.2019 - 12:08 Politikkur Tíðindi

Tað váttar Fiskimálaráðið í svarið til Norðlýsið í morgun.

Tá Fiskimálaráðið gav reiðarríðinum hjá Katrin Jóhannu undantaksloyvi at landa menningarkvotu í Fuglafirði, varð tað gjørt uttan lógarheimild. Landstýrismaðurin gav við hesum loyvi til at svartkjaftur sum sambært lóg um sjófeingið skuldi brúkast til nýskapandi verkætlanir, ístaðin endaði sum alifóður/fiskafóður fyri at “…tryggja raksturin fyrstu tíðina….” hjá P//F Kinnfelli.

Norðlýsið hevur fleiriferð spurt Vørn, Fiskimálaráðið og landstýrismannin í Fiskivinnumálum um hvørja lógarheimild víst verður til tá undantaksloyvi vóru givin í samband við menningarkvotur.

Í morgun kom eitt svar frá umsitingini í Fiskimálaráðnum um óskrivaðar umsitingarligar reglur sum heimmilað undantaksloyvi tá saklig atlit fyriliggja.

Í samband við at Katrin Jóhanna fekk undantaksloyvi at selja menningartilfeingið til alifóður vóru sakligu grundgevingarnar frá fiskimálaráðnum at hetta var gjørt fyri "...at tryggja raksturin..." hjá reiðarríðnum tað fyrstu tíðina.

(Les grein og skjøl niðanfyri)

Teldupostur úr fiskimálaráðnum í morgun:

Viðvíkjandi heimildargrundlagnum fyri hesum verður víst til óskrivaðu fyrisitingarrættarligu meginregluna um at gera broytingar í givnum tilsagnum og at seta treytir í tí sambandi grundað á saklig og viðkomandi atlit.

Um grundirnar fyri broytingunum verður víst til grundgevingarnar í avgerð Fiskimálaráðsins, dagfest 22. nov. 2018, ið tygum hava fingið innlit í. (Sí PDF)

 

Hevur lógarheimild, sum tó ikki stendur á skrivt

Fiskimálaráðið vísir í skrivið til Norðlýsið á, at hóast eingin løgtingslóg heimilar landsstýrismanninum at geva undantaksloyvi so hevur landstýrismaðurin óskrivaða heimildir at koma vinnurekandi partafeløgum til hjálpar:

Lógarheimild fyriliggur.

Heimildin er bert á óskrivaðum grundarlagi, og tað framgongur eisini greitt av teldupostinum í morgun, og tí ber als ikki til at siga, at Fiskimálaráðið hevur váttað, at eingin lógarheimild fyriliggur. Tað er at leggja landsstýrismannin undir at fremja lógarbrot..... skrivar Fiskimálaráðið í teldubrævið til Norðlýsið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026