Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góvu undantaksloyvi uttan ávísing til lógarheimild 

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  25.01.2019 - 14:03 Politikkur Tíðindi

Tá Fiskimálaráðið gav reiðarríðinum hjá Katrin Jóhannu undantaksloyvi at landa menningarkvotu í Fuglafirði, varð tað gjørt uttan at ráðið kundi vísa til nakra lógarheimild. Í loyvinum verður einans víst til: … at sleppa undan, at virðið fara fyri skeyti (værdispildshensyn)

Í tilsóknini frá Fiskimálaráðnum um menningarkvotu til Miðvingar skrivar Fiskimálaráðið:

…. tann tillutaða kvotan skal gagnnýtast innanfyri verkætlanina. Í tann mun kvotan ikki kann gagnýtast innanfyri verkætlanina, skulu tit boða Fiskimálaráðnum frá hesum innan  3. september 2018. Fiskimálaráðið kann taka aftur tann partin av kvotuni, sum ikki kann gagnnýtast innan verkætlanina.

Avgerðin er grundað á, at metingarnevndin metir, at verkætlanin er nýskapandi við høvuðsdenti á góðsku og nýggjar marknaðir, og vil geva munandi virðisøking. Verkætlanin vil geva økta førleikamenning og fleiri og støðugari arbeiðspláss í økinum (heilársarbeiði). Staðsetingin er í einum øki, har rættuliga avmarkað atgongd er til sófeingi…..

 

Umsókn  um undantaksloyvi

Tann 14. november (Red: 72 dagar eftir at tíðarfreistin er farin)  skrivað miðvingar bræv til fiskimálaráði um undantaksloyvi:

…. orsakað av at tað er so langt liðið út á árið, fer ikki at bera til hjá Snarfrost at taka ímóti øllum teimum nøgdum, sum ætlandi verða fiskaðar í ár. Afturat hesum fer Katrin Jóhanna VA 410 ikki at megnað at fiska alla tillutaðu kvotiun í ár….. 

… ætlandi verður virkið klárt lonngu í komandi árið at taka ímóti einum parti av svartkjaftinum (Red: Fingu tilsamans 40.000 tons av svartkjafti í 4 ár) …….

 

Fingu undantaksloyvi uttan tilvísing til nakra lógarheimild

Tann 22. november ger Fiskimálaráðið av at at játta felagnum undantaksloyvi, uttan at at vísa til nakra lógarheimild í lóg um Sjófeingi ella í samanband við Menningarkvotur:

….Sum alment sakligt atlit er atlitið til at sleppa undan, at virðið fara fyri skeyti (værdispildshensyn), eins og atlit má takast til møguligt góðvarni hjá borgara (berrettigede forventninger)……

…. vísandi til omanfyri standandi fer Fiskimálaráðið hervið at ganga umsókn tygara á møti…..at veiðan í mest møguligan mun verður landa og virkað á virkinum í Miðvági…..

…. Viðvíkjandi svartkjaftinum…. verður hervið loyvt, at svartkjafturin kann landast til onnur virki í landinum ….. Hetta grunda á atlitið til at sleppa undan, at virðið fara fyri skeyti…..

Harumframt hava onnur fingið líknandi loyvir til at landa svartkjaft 2018 í øðrum økjum ….. fyri at tryggja raksturin fyrstu tíðina…..

 

Stór virðir farin fyri skeyti

Samstundis sum landstýrið gav miðvingum undantaksloyvi at landa í Fuglafirði, vísandi til at virðir hjá landinum kundu fara fyri skjeyti, lat landstýrið virðir fyri fleiri hundratals milliónir krónir fara fyri skjeyti á menningarkvotunum SÍ HER.

Næstan 90% av menningarkvotunum, súm útskrivaðar vóru í 2018 eru ikki brúkt sambært lóg um sjófeingi ella er farið fyri skeyti.

Sí upprunaligu tilsóknina um menningarkvotu (PDF)

Sí umsókn um undantaksloyv (PDF)

Sí avgerð hjá Fiskimálaráðnum (PDF)

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seta stórfingnan skemtileik upp í Klaksv…
Kvøldskúlin: tilmeldingin lat upp í dag…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…
Lívið er tann størsta gávan, sum er og n…
Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni í k…
Bólkur 5A hevur 916 dagar eftir
MEGD fær nýggja forkvinnu
Fyrileystrar í Finsen Tórshavn
Føroyska seyða­hundalands­liðið kappast í…
VB: Vit vilja seta trygdina fremst
Alt sprettur úr hugsjón­ini um umsorgan,…
Ongin spenningur um FM - Tíðin er komin…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Tøkk – Ægir 50 ár
Áskoðaraskýlið á Svangaskarði