Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jan Højgaard:  Vit kunnu als ikki liva við hesum sum gongur fyri seg í fiskivinnuni

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  14.12.2018 - 13:49 Politikkur Tíðindi

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag sigur at teir hava ávara ímóti tí spekulatión, sum nú sæst viðvíkjandi menningarkvotunum.

Sum vit skrivaðu fyri løtu síðan fáa skip, sum fiska menningarkvotur fyri virkir á landi upp til tvær krónur minni fyri uppi sjóvartilfeingi.

- Vit hava ávarað baði landsstýrið og løgtingið at hatta fór at verða úrslitið tá man loysti veiðuloyvini frá skipinum. Men lurta var ikki eftir okkum og nú síggja vit hvussu menningarkvoturnar verða brúktar av spekulantum á landi.
Vit kunnu als ikki góðtaka hetta og tað er átrokandi neyðugt at vit fáa veiðiloyvini inn í skipanina aftur.

- Sum gongdin er í løtuni endar alt í hondunum á strámonnum. Tað gevur onga meining at flyta pengar úr fiskivinnuni sum virkar á sjónum, og geva teir til spekulantar sum eru uppi á landið.

- MEN eg kann bara staðfesta at hetta er júst tað sum politiska skipanin hevur gjørt, men tað hevur higartil verið vónleyst at fáa tey at skilja hetta, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Trivnaðar­nevndin á vitjan í norð­urøkinum
Spurnarkapping: Vinn krúss og fótbóltsbl…
Mylnuhúsið savnaði pengar inn til Team R…
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur